Bátur rendi inn í síðuna á Brimli

Løgreglan hevur ongar viðmerkingar, men Vørn skrivar um hendingina

Tað var á bátastevnuni í Vestmanna leygardagin, at ein bátur sigldi inn í síðuna á sjóverjuskipinum Brimli.

Sambært Vørn, so var ein persónur í bátinum fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu. Hini umborð vóru flutt í land og síðani við skjúkrabili á Landssjúkrahúsið við smærri snuddm, skrivar Vørn.

Løgreglan hevur ongar viðmerkingar við málið uttan tað, at arbeitt verður við málinum.