Drúgv ferð til Andorra

Kvinnulandsliðið er komið til Andorra eftir drúgva ferðing

Eftir eina heldur drúgva ferð, komu føroysku kvinnurnar til Andorra klokkan gott fýra sunnumorgunin. Men lagið var kortini gott alla tíðina, og klokkan fimm seinnapartin var venjing á skránni, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Ferðingin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum fríggjadagin vann ein flottan 2-1 sigur á Montenegro, gjørdist heldur drúgvari enn ætlað. Flogfari hjá Atlantsflog, ið fleyg hópin til Danmarkar, fór avstað til ásetta tíð. Men tá ferðalagið skuldi flúgva víðari til Barcelona, var flogfarið seinkað, og í Barcelona vóru trupulleikar við at fáa fatur á øllum viðførinum.

 

Sum fráleið eydnaðist at fáa bilbukt við íkomnu avbjóðingarnar, og síðani var farið við bussi til Andorra. Ein túrur, ið tók góðar tríggjar tímar. Lagið í hópinum var tó gott alla tíðina, og tá klokkan nærkaðist fýra sunnumorgunin, eftir at hava ferðast í nærum fjúrtan tímar, kom ferðalagið upp á pláss í lítla fjallalandinum, sum liggur á markinum millum Spania og Frankaríki.

 

Tvær venjingar hava verið á skránni undan dystinum, sum verður í dag klokkan 18:00 á Andorra La Vella stadion. Niðanfyri eru myndir frá venjing, sum Jakoba Svensdóttir hevur tikið.

 

##ms##