Hin 30. november og 13. desember er Dugni við á jólatiltøkum á Tvøroyri.
Dugni heldur til í Pakkhús 5 á Tvøroyri, og í samband við jólatiltøk á Tvøroyri fer Dugni at hava opið.
- Hin 30. november ber til at koma á gátt hjá Dugna og keypa kalendara kertuljós, sum eru gjørd úr endurnýtslutilfarið, umframt aðrar virkaðar vørur.
Og so er tað hin 13. desember, tá Dugni eisini verður við á jólatiltaki.
- Tá kunnu barnafamiljur koma at royna seg á verkstøðunum hjá Dugna.
Á Dugna siga tey, at henda dagin ber til at gera sær ein træstaka, umframt jólaprýði úr garni.
##med2##












