Havnará fór um áarbakkan og inn í »Gallarí Havnará«

Havnará fór í áarførinum í dag upp umm áarbakkan og inn í Gallarí Havnará

Tað hevur regnað av grimd í dag, og tað sást í Havnarár, har hon rennur undan Viðarlundini í Havn og oman móti Sjónleikarhúsinum. Við Hoydalsvegin fer Havnará undir heilt, og hon rennur undir lendinum allan vegin oman í ósan við Kongabrúnna.

Har sum áin fer undir heilt við Hoydalsvegin er eitt stálgittar fyri munnan, sum tekur greinar og annað, sum kemur rekandi oman gjøgnum ánna. Og í dag var so nógv rusk í ánni, at munnin typtist.

– Her komu so nógvar greinar og annað rekandi, at tað stongdi fyri munnan, og áin fyltist so nógv, at tað fleyt yvir, upp á vegin og inn í Gallarí Havnará, sigur Bogi Andreasen, sum eigur gamla Tórs Cafeteria, har hann hevur framsýningarhølini Gallarí Havnará í kjallaranum.

Vatn er komið inn í kjallaran, men har er kortini ikki tann stóri skaðin.

Bogi Andreasen sigur, at tveir menn, tveir danir, sum komu framvið, hálaðu nakrar greinar frá munnanum, og tað hjálpti beinanvegin.

– Men eg havi boðað sløkkiliðnum frá, um tað skuldi hent aftur, sigur Bogi Andreasen.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##