Dunnuhyljar og bøgarðar í Suðuroy

   

Finnleif Guttesen
býráðslimur á Tvøroyri
??????????????????
Tíðin er komin til, at kommunalpolitikarar fara úr sínum lítla dunnuhyli og tora at hyggja út um bøgarðarnar.
Fremmanda fólk, sum lesa bløðini, hoyra tíðindi í Útvarp Føroya og síggja Sjónvarpi, kunnu fáa ta fatan, at Suðuroyggin er tvær oyggjar, ein sunnara og ein norðara oyggj, bert við tveimum býum, Vág og Tvøroyri.
Sumba, Lopra, Porkeri, Hov, Fámjin, Hvalba og Sandvík, verða ikki tiknar upp á tungu og er hettar heilt burturvið, tí tað búgva líka nógv fólk tilsaman í hesum bygdum sum á Tvøroyri.

Ein kommuna
Tað hevur verði tosa og skriva nógv um, at Suðuroyggin skal verða ein kommuna, undantikið Vágs býráð, sum hevur bundið seg til at siga, at tað skal verða tvær kommunur.
Mær vitandi taka allir kommunalpolitikarar í hinum seks kommununum undir við, at Suðuroyggin skal verða ein kommuna.
Men tíverri eru tað býráðspolitikkarar á Tvøroyri sum siga, "ein kommuna og at alt skal verða á Tvøroyri", og tá má sigast, at hesir eru ikki komnir úr sínum lítla dunnuhyli.
Tað sama hevur verði galdandi tá ið kommunan skal seta fólk í starv og arbeiði bjóðast út, men tíbetur er tørvurin á útbúnaði arbeiðsmegi við at broyta henda dunnuhyljapolitik.

Arbeiðspláss
Kommunurnar hava altíð kappast um arbeiðspláss, tí so fáa tær skattainntøkurnar.
Hendan kappingin hevur verði til meira skaða enn gagn, og høvdu vit sloppið undan hesum, um oyggin var ein kommuna.
Somuleiðis blívur sagt, at alt alment arbeiði er flutt til Tvøroyri og er tað eisini sannheit, at skrivstovur hjá Toll& Skatt, Almannastovuni, Politi og sjúkahús liggja á Tvøroyri, men veruleikin er jú, at kanska tveir triðingar av teimum sum arbeiða á hesum arbeiðsplássum búgva uttan fyri Tvøroyri og gjalda tí ikki skatt á Tvøroyri.

Suðuroyggin manglar arbeiðspláss
Tá landsins myndugleikar bjóða okkum arbeiðspláss, skulu vit sjálvsagt taka teir uppá orðið, hvar tey liggja er fullkomiliga líkamikið.
Tann tíðin er farin, at títt arbeiðspláss partú skal liggja á sama stað, har tíni hús standa.

Broyting má til
Komandi kommunuval gevur veljarunum møguleika, at velja kommunalpolitikarar, sum tora og hava vilja til at fara út um bøgarðarnar og arbeiða fyri Suðuroynni, og ikki bert fyri egnum dunnuhyli.