Dupultdekkari

bridge-spæl

At fáa ein dupultdekkara, t.v.s. eitt positivt úrslit við bæði borðini í einum liðdysti, er altíð kærkomið. Í dystinum millum Junior Buss Taxa og Jórun Johannesen, sum Junior liðið vann 25-2, var ofta langt ímillum tey góðu spølini hjá Jórun og hennara liðfeløgum, men her er ein stórur dupultdekkari, ið gav teimum ikki færri enn 17 IMP.

Nr. 22K83
E/EVK3
A4
AKJ754
AQ105J76
42Q9762
A108545
K108632
9
J
QJ987632
Q109

SVNE
Arnbjørn
SivertsenJohannes
SkaarupHans Jacob
PetersenJórun
Johannesen
---pass
3ruDpass3hj
pass4hjDpass
passpass

Sunnan spældi singleton spaðaran út, og Jórun gjørdi rætt við at fara upp á essið og síðan taka hj A. Nú vóru ikki fleiri tenn eftir at bíta frá sær við í hesum mótspælinum. Norðan fekk eitt stikk í spaðara, eitt í hjartara og eitt í rútara.
Í hinum rúminum komu NS í 5ru, sum eisini vóru duplaðir. Heldur ikki her kundi mótspælið forða kontraktini í at vinna, tá spælførarin klípti rútara kong út. Vestan fekk fyri síni bæði ess í majorlitunum.