Fyrsta konsertin undir heitinum Tónabrúgv 2017 verður leygarkvøldið 14.jan. Tá verður høvið at hoyra Hans Andrias spæla tónleik av síni fyrstu tónleikaútgávu, Visjon.
Lea Kampmann spælir tónleik, sum hon sjálv hevur skrivað. Hetta er fyrsta konsert hon hevur í Spaniastovu.
Nýggja útgávan hjá Hans Andrias, Visjon, rúmar 9 løg, sum kunnu bólkast í sjangruna Folk/Americana rokk. Tekstirnir eru allir á enskum. Løgini leiða tankarnar til sterkar kenslur og myrkar søgur.
Á konsertini hjá Hans Andrias spælir Jógvan Fróðin Baldvinsson, bas, og Per Ingvaldur Højgaard Petersen, trummur.
HANS ANDRIAS JACOBSEN
Hans Andrias Jacobsen hevur sínar røtur í tónleikaralívinum í Klaksvík. Í tónleikabólkinum Grandma's Basement hevur hann fingið FMA heiðurin fyri Ársins sang í 2010.
Sum einstaklingur fekk hann í 2012 FMA heiðurin sum Ársins nýggja tónleikanavn og hevur síðani verið nógv umbiðin kring landi og uttanlanda. Hann hevur spælt á Summarfestivalinum, verið í Sveits og gjørt tónleik til ein film og í næstum umboðar hann Føroyar á framsýningini Nordiske vuggeviser, sum verður í sjónleikarhúsinum Teatertyven í Århus.
LEA KAMPMANN
Lea Kampmann er ein ung tónlistakvinnan, sumhevur vakt stóran ans í Føroyum við sínum hugtakandi tónleiki. Lea arbeiðir við fyrstu tónleikaútgávu síni og nøkur løg eru í umfar í fjølmiðlunum.
Lea Kampmann hevur hesa manning við sær: Hjørtur Háberg, Ólavur Gaard, Vinjar E. Petersen, Karl Andrias Stórá, Anna Sofía Jørgensen og Birita Dam.