Arbeiðsgevarin hevði ikki dirvið til at boða mær frá avgerðini, hann hevur framvegis ikki latið hoyra frá sær, tó hevði húsavaktarin í Tinganesi flýggja onkrum hissini starvsfólki í ráðnum ein brævbjálva við skrivligari uppsøgn, sum kom mær í hendi fleiri tímar seinri. Ikki so frætt at tað varð takkað fyri gott samstarv. Onkrum hevur mann sagt úr starvi á lívsleiðini, og tá hava kommandovegirnir verið greiðir og undir fýra eygum, men hetta luktar av undanstøkking, veikum mergi og myrkari muru. Hinvegin, hetta er politikkur, onkur rópti hann heimsins skitnasta handverk, og tá skal tú rokna við at dálka tær fingrarnar, so av og á, og annars at hanga í leysum lofti í øðrum hvørjum eygnabragdi.
Samgonguskjalið hjá CHE-samgonguni var ein grundvøllur, sum kundi flutt Føroyar mikið fram á leið. Vit áttu dastið av tí, skrivaðu so at siga allan progressivitetin, og positioneraðu okkum soleiðis í útinnandi valdinum, at setningurin í mestan mun skuldi røkkast. Latentar tunnilsbumbur, ábyrgdarleys fíggjarstýring í støðum og at kalla ongin stjórnan úr erva, legði alt ov nógvar fótonglar við vegin. Og táið so Jóannes Eidesgaard og løgmansstjórin pallsettu kafkanska sjónleikin um Ruko-cylindaran, rænda herbergið hjá serfrøðinginum í altjóða rætti og trúnaðarskjølini, sum skuldu prógva okkara territoriala rætt suður ímóti Hatton banka og Rockall, tá var leikurin at kalla lokin. Viðkvomu skjølini lógu og sløddust um allar geilar og táið menn í serfrøði í týðandi millumtjóða ørindum, okkara vegna, royndu at bjarga tí sum bjargast kundi, eisini sínum egna territorium úti á gamla tingstaðnum, tá var bara tragikomikkur eftir í CHE-substansinum.
Løgmaður hevði gjørt eitt stunt, sum ongan søguligan paralell eigur. Juristarnir øtast og tann einasti sum verjir Eidesgaard og løgmansstjóran er teirra egni annars skilagóði juristur, sum ivaleyst embætar eftir somu kreddu sum setti aðalstjórin í Uttanríkisráðnum. Teir líða bara boðini frá sínum egna ministara og ongum øðrum. Soleiðis endurgevur løgmansstjórin setta departementchefin fyri at hava sagt, í einum eftirrationaliseraðum notati, sum er so illa skrivað, fleiri dagar eftir hendingina, at ein triðja floks næmingur valla hevði megnað tað verri. Ein deildarstjóri á løgmansskrivstovuni eftirrationaliserar sama dag sum stjóri hennara, hví mann tað nú vera, at hendingin hevur skotið seg niður í krúllin á teimum báðum í sama tíma so nógv seinkað? Og hvar er krúnvitnið í Uttanríkisráðnum, aðalstjórin, vorðið av í øllum meldrinum? Líður hann nú treytaleyst boðini frá sínum nýggja landsstýrismanni, sum er Jóannes Eidesgaard? Og skuldu tað kanska verið boðini um totala tøgn, annars skal hann rokna við repressalium? Ella burturvísing?
Men, hví desimeraði Føroya Løgmaður seg sjálvan til ein gemenan duravaktara í Sjó- og Vektarbúðini?
Sum skaldið skrivaði í beinrakna Broddinum í Dimmu, so hendi eitthvørt handan gluggatjøldini í kjallaranum á Gamla Apoteki í vikuskiftinum, táið tjóðveldisfólk hátíðarhildu endabrestin á politisku stórtíðini fyri 62 árum síðani. Fólkatkvøðuna 14. September 1946, táið føroyingar valdu at standa á egnum beinum – valdu loysing frá hjálandaveldinum Danmark.
Tað sindrið, sum er eftir av einum socialdemokratiskum flokki, hevði skuggafund, um hvussu sleppast kundi burturúr politisku neyðini, tað var komið sær í. Eitt politiskt slit var ómøguligt, tí tey kundu ikki seta ein politiskan fingur á Tjóðveldi og Miðflokkin, tíansheldur Sjálvstýrisflokkin, sum fáar dagar fyri innbrotið hjá Jóannesi og løgmansstjóranum, so hátíðarliga var útróptur at vera samstarvsflokkur. Her vóru góð ráð dýr. Helst hava tey flutt seg inn í høvdið á so mætum krimihøvundum sum Jan Guilliou, Stieg Larsson og Arnaldi Indridasyni. Her mátti leggjast ein master ætlan fyri, hvussu Tjóðveldi skuldi roykjast frá valdinum í Tinganesi. Hvussu vit skuldu stigmatiserast, marginaliserast og setast í dárskapsins ljós.
Toymið var fullmannað, nú Eyðgunn var komin heimaftur av arktisku safari´uni, har hon hevði givið grønlendsku fíggjarnevndini eina innspræning av socialdemokratiskum vitaminum í skilagóðari fíggjarstjórnan. Vit mega bara vóna, at landstingsmenninir ikki hava skilt boðskap hennara, tí sambært Sermitsiaq ígjár, so legði Aleqa Hammond landsstýrissessin frá sær orsakað av skilaloysinum, táið hennara egnu fíggjarnevndarlimir, í bróðurflokkinum hjá Javnaðarflokkinum, Siumut, tvífaldaðu hallið á heimastýrisbusjettinum úr minus 400 niður á minus 800 milliónir krónur.
Tað stakst á eitt av teimum kvikaru høvdunum á Vaglinum hetta eina kvøldið í vikuskiftinum, at lásagølan hjá løgmanni skuldi snarast og brúkast sum lykil til at læsa Tjóðveldi burtur frá allari ávirkan. Einasta vápnið, ið komast kundi á. Síðan spyrja tey flestu helst relevanta spurningin, jamen, hvørjum var bikarið fult av, áðrenn famøsi og nú seinasti dropin fekk tað at flóta yvir?
Javnaðarflokkurin hevði ásannað, at hann megnaði ikki at standa við sáttmálan, sum var smíðaður og undirskrivaður saman við samgonguflokkunum í februar mánaða. Formaðurin í tingbólkinum kundi ikki liva við nýggja nevndarbýtinum, sum gjørt var, eftir at Sjálvstýrið var vorðið ein partur av valdinum. Fyrst oysti hann leiðarar floksins undir í almennum fúlheitum, legði teir undir at svíkja socialdemokratisku stevnuskránna og at eiga sjálvsøkna og primitiva viljan at eta ommur sínar fyri taburettirnar í Tinganesi. Berserkar í valdsgyrnd. Síðani var hann bønhoyrdur, eftir at hava ligið framm eftir rommum fyri høvdingunum, men hann var ikki mjúkari, táið fyrsta ríðin var farin, og hann returneraði fysiskt út í Nesið, har hann gjørdi ilt av sær á øðrum sinni. Eisini ta ferðina rýmdi hann í øðini, um tað vanbýtið flokkur hansara hevði verið fyri í telvingini. Síðani frættist úr suðurlondum, og tað var farið at ganga sum rótasúpan í politisku skipanini, at hann als ikki ætlaði sær at atkvøða fyri nýggja nevndarbýtinum. Krúnprinsurin var farin til stroks. Gerhard var farin til stroks. Nú var farið at tynnast í leirtjaldinum. Tómligt við bálið. Ikki so frægt, at tað angaði av pípuroyki longur.
Politiskt var heilt galið. Eftir at trýst hevur verið lagt á løgmann um at sleppa sær av við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, bæði orsakað av fíggjarligari ovurnýtslu, vantandi stýring og einum heilsuverki, sum hevur verið í sonnum kúluregni og skolvið av goturkúlum í fjølmiðlunum, so lætst hann ikki um vón. Heldur ikki táið Strømmurin troppaði upp úti í Fíggjarmálaráðnum við eini tekniskari framskriving fyri 2009 á umleið 170 millónir krónur. Síðani frættist, at einar 30 milliónir eru komnar afturat, fyribils, bara soleiðis í forbífartinum. Hetta alt áðrenn tær politisku raðfestingarnar vóru komnar á tapetið. Hendan fíggjarliga gallskapin kundi Tjóðveldi ikki standa model till, tað visti løgmaður. At sleppa sær av við einasta profilin við einum socialdemokratiskum image hevði eisini endað sum ein politiskur sorgarleikur. Uppaftur ein gendarmur farin til stroks. Tað er eisini eyðvitað.
Ríkisveitingin er annað mál. Á fundi í lítlu samgongu sáttaðust tey møttu um at niðurlaða blokkin við 117 milliónum. Løgmaður skuldi venda aftur við endaligum boðum, táið málið var viðgjørt í hansara egna flokki. Fráboðanin skuldi koma á landsstýrisfundinum mánadagin 15. September kl. 10.00. Hesin fundur varð avlýstur við ongari orsøk. Onkur ella fleiri hava helst fingið politiskt kvababbilsi. 5 tímar seinri var Tjóðveldi ripað á dyr. Kanska var hetta Damokles svørðið sum skrædnaði úr bitanum. Rossahárið helt ikki. Javnaðarflokkurin hevur helst givið avtaluni hjá floksformanninum krakk, og tí endaði alt í ruðulleika.
Javnaðarflokkurin hevur nú endaliga staðfest seg sjálvan sum ein reindyrkaðan ørindaflokk fyri donsku maktina í Føroyum, og hartil sum ein flokk, ið als ikki stevnir eftir einum sjálvberandi búskapi, heldur tvørturímóti, tað ræður um at søpla landsins ognir burtur í skilaleysari fíggjarstýring, eitt nú í almanna- og heilsuverkinum. Ein háttur at tátta í danska knútin, sum gøllheldur skeivum bygnaðum og valdi. Frammanfyri løgmann væntaði eisini eitt slag av einum strategiskum landsfundi, har framtíðar politiska kósin skuldi leggjast. Múrurin í havsbrúnni kendist ørandi høgur at krúpa upp um. Filurarnir, sum longu vóru farnir at sláa CHE-samgonguna í búkin og undir beltið, høvdu givið honum eina magnfulla ávaring. Tað ráddi um at vera undan teimum, og tað eydnaðist honum hóast alt. Ekstremt klossuta atferðin í Sjó- og Vektarbúðini hjálpir tó onki, hana hevur alt Føroya fólk gjøgnumskoðað í døgunum, sum gingnir eru. Ein forsætisráðharri, sum ikki eigur hægri flog, og fantasi, enn at bróta seg inn á fremmandar skrivstovur, og róta í skuffunum hjá øðrum, honum býður ikki í bøtur undir nøkrum umstøðum.
Ein annar løtuvinningur kom nú burturúr slitinum hóast alt, Lognberg er aftur í varmanum, og er fyribils, vorðin reportari í tunnilsmálum, nú Javnaðarflokkurin aftur krýpur sær undir skjúrtufaldini hjá borgarligu flokkunum í Føroyum. Ímeðan situr onkur og massaproduserar innantóm lesarabrøv fyri eina skinndeyða tingmanning, ið sløðist sum tongul í brimi. Uttan mið ella mál. Hetta skuldi líkasum vera andaliga uppdriftin eftir ránið í Uttanríkisráðnum. Kávalótirnar ið skuldu myrkja fyri veruleikanum. Tó, so eiðasørt og óproffesionelt, at ongin gevur tí gætur. Táið menn, við 10 og 15 ára royndum á politiska pallinum, sum ikki júst eru kendir fyri at vera politiskir litteratar, fara at grýta um seg við ókvæmisorðum eftir fyrrverandi samstarvsfeløgum, tá munnu legendarisku bíbilsku orðini um røddina og hondina renna teimum flestu til hugs.
Táið búnaðarlóggávan var umrødd á tingi undir fyrstu viðgerð, og Mikkjal Sørensen snaraði á einum borðiski, eftir einari nátt, tá ánaðu vit óráð. Stórar hendingar varpa skuggar frammanfyri sær. Vinstra CHE-stjórnin er farin, Eidesgaard hevur tilvitað spýtt ilt blóð ímillum flokkarnar, sum skuldu eitast at vera vinstru megin miðjuna í føroyskum politikki. Ætlaðu reformarnir horvnir sum døgg fyri sól. Endaðir sum molekýlir í atmosferuni. Maðurin, sum legitimeraði CHE-samgonguna við fiskivinnupolitikkinum á ólavsvøku, letur nú sínar undirsáttar herja á mannin, sum var settur at fremja hendan setningin í verki, áðrenn hann ígjøgnum Rás2 og Útvarpið varð uppsagdur á fyrsta sinni í meira enn hálvthundrað ár. Rivjabeinini á Rosinante vóru nú sjónligari enn nakrantíð. Avmaktað hevði hon mist gonguvitið. Og so small hon.
Lokið er stríð á Stiklastøðum, økt er tal av kappagrøvum. Lásasmiðurin og duravaktarin Eidesgaard situr nú sperdur í síni egnu miseru, og roynir at fáa onkran at putra sær og at lata seg í politisku klæðini næstu 3-4 árini. Eydnast tað ikki, so fáa vit kanska fatur í innbrotslyklinum, sum ivaleyst kann brúkast til at dirka lásið inn í fullveldið upp og sum eisini kann brúkast til at smoyggja sær inn í loynikømurini hjá embætisfútum, ið eru farnir at taka danska valdið í Føroyum fyri givið og í so bókstaviliga.
Lásagølan er ein íspunnin javnaðarfarca, sum skuldi brúkast til at fjala útyvir veruligu politisku motivini og veiku bøllingarnar, sum ikki hildu táið á stóð. Hetta ræðir ikki avantgarduna í tjóðskaparstríðnum, og nú vóna vit bara at hinir fullveldisflokkarnir standa búnir til nýggjan leik saman við Tjóðveldinum.