Føroyar fegnast allar um U21-kapparnar í manshondbólti, ið hava vunnið seg í HM-fjórðingsfinaluna í endaspælinum, ið er í Týsklandi og Grikkalandi í hesum døgum.
Føroyar vunnu í dag ein megnar 33-27 (16-13) sigur á Brasil, og eru saman við Portugal víðari úr millumbólki 2 til fjórðingsfinalurnar.
Føroyar-Brasil 33-27 (16-13)
Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 13/21, Hákun West av Teigum 10/14, Ísak Vedelsbøl 3/3, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2/2, Janus Dam Djurhuus 2/4, Aleksandar Lacok 1/1, Kristoffur Bjørgvin 1/1, Pauli Mittún 1/2
Brasil : Hugo Bryan Monta 7, Samir Oliveira Froes 4, Davi Inoue Langaro 4, Gabriel Dos Santos 3, Caio Vinícius De Souza 2, Caue Silva Martins Souza 2, Pedro Daitx Sosa 2, Michael Da Silva 2, Gabriel Cardoso Griggio 1.
Myndafólkini hjá IHF hava aftur tikið framúr góðar myndir í dag. Her eru nakrar frá okkara dysti móti Brasil:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##