Tíðindaskriv:
ØLL kenna løgini hjá Dynamit og teirra legendarisku framsførslur. Tey, ið eru eitt sindur upp í árunum, minnast mangar góðar løtur í gamla TB-húsinum, har Niclas Heri og Dynamit framførdu, men í ár sleppa vit so aftur at hoyra alt tað góða frá Niclas Hera og bólkinum.
Orkumikli klaksvíkinginum, Niclas Heri, megnar væl betri enn tey flestu, at fáa fjøldina upp at kóka, til tey mongu, væl umtóktu løgini hjá Dynamit og Niclas Hera sjálvum, ið nærum hvørt mannsbarn kennir og megnar at syngja við til.
Forsømið tykkum ikki og leggið leiðina fram við miðbýnum á Tvøroyri og syngið við til «Grøv nr. 13», «pápi tín býr í Tórshavn», «Til allar kvinnur», «Á lat meg vera» og eisini til tann heilt nýggja «Handyman», hjá Niclas Hera.
Bólkurin er samansettur av nøkrum av bestu tónleikarunum vit hava í landinum:
Niclas Heri Jákupsson - Sang Magni Husgaard - Tangentar Jóhan Ziskason - Guitar John Johansen - Bass Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur
Vit síggjast 29. mai á Tvøroyri.










