Sangurin eitur Lat tey eiga og snýr seg um , at sjálvt um tey úti í heimi eiga nógv gott, so skulu vit fegnast um okkara egna land, hóast veðrið kann verið so sum so.
- Sangurin er rættiliga einfaldur og snýr seg millum annað um, at vit kunnu ikki ganga og grenja um veðrið her í Føroyum, tí so grenja vit mest sum allatíðina. Vit kunnu ikki ganga og bíða eftir røttu løtuni, tá vit hava fríð og veðrið er gott, vit skulu bara njóta okkara land, sum tað er, sigur Niklas Heri Jákupsson, sum er ein av tónleikarunum i Dynamit.
Hans Jacob Nystrøm syngur nýggja sangin, sum er farin í umfar á Rás2. Ætlanin er ikki, at sangurin skal gevast út á fløgu her og nú, men bert latast útvarpsstøðunum at spæla.
Dynamitt er annars á veg við nýggjari dvd-útgávu. Tað er ein pakki við live-fløgu og einum dokumentarfilmi um søguna hjá bólkinum. Dvd-pakkin kemur út í næstu viku.