Dystirnir KÍ-07 Vestur og HB-B68 eru fluttir til fríggjakvøldið

Vánaligu veðurforsøgnirnar hevur fingið kappingarnevndina hjá FSF at flyta hesar dystirnar

FSF skrivar:

 

 

Kappingardeildin hjá FSF hevur avgjørt at framskunda dystirnar millum 07 Vestur og KÍ, og HB og B68, so hesir í staðin verða spældir fríggjakvøldið 3. oktobur

 


25. umfar í fremstu deildini hjá monnum er á skránni komandi vikuskiftið, og um úrslitini háttaði seg soleiðis, so kann FM eisini verða avgjørt.

 

Men næstu dagarnar verður eisini boðað frá nógvum vindi, og tí hevur kappingardeildin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt at framskunda dystirnar millum 07 Vestur og KÍ, og HB og B68.

 

Eftir ætlan skuldu hesir dystir verðið spældir leygardagin 4. oktobur, men eru í staðin framskundaðir til fríggjakvøldið 3. oktobur, tá NSÍ og B36 eisini møtast við Løkin í Runavík.

 

Hvussu verður við dystunum millum FC Suðuroy og EB/Streym, og Víking og TB verður kunngjørt seinni. Men fyribils verður hildið fast um upprunaligu leikskránna, og spæla hesar dystir leygardagin. Skrivar FSF.