Frá Filmsfelagnum:
”Páfuglurin” er fyrsti filmur hjá eysturríkska leikstjóranum Bernhard Wenger (f.1972). Filmurin, sum verður sýndur mikudagin í Filmsfelagnum, varð fyrstu ferð sýndur í høvuðskappingini á filmstevnuni í Venezia í fjør.
”Páfuglurin” er ein absurd komedia, ið fylgir manninum, ið tú kanst leiga sum vin og fylgisvein til øll høvi og endamál.
Bernhard Wenger hevur sjálvur skrivað handritið, har hann, eins og grikski Yorgos Lanthimos, argar biografgangaran, har tað komiska rennir saman við samfelagsligum atfinningarsemi.
Matthias (Albrecht Schuch), ið er um tey fjøruti, arbeiðir fyri tænastuna My Companion. Innan sømulig mørk hevur hann lagt seg eftir at verða til vildar og altíð veita eina nøktandi tænastu, har viðskiftafólkið er í fokus. Hann kann verða hin lítaleysi sonurin á 60 ára føðingardegnum hjá pápanum, hann kann verða pápi og flogskipari, tá foreldradagur er í skúlanum hjá soninum, hann kann verða mentanarliga áhugaverdi sjeikurin í eini veitslu, ella bara lurta og vegleiða, hvat gerst, tá maðurin í parlagnum er vónleyst ómøguligur. Hvørjum tú hevur tørv á, so er Matthias altíð hin rætti til uppgávuna. Hjartansfegin er hann, tá góð ummæli eru á heimasíðuni hjá My Companion. Næstrafólk og øll hini koma í aðru røð.
Sum frá líður fer hin hampuligi Matthias at ivast í egnum viðurskiftum og førleikum, og tænastuveitingarnar ganga ikki altíð eftir vild. Sum sagt verður á týskum, kemur eitt ”aber dabei” nú upp í leikin.
Filmsfelagið mikudagin 8/10 kl 20:00 Páfuglurin (Pfau - Bin ich echt? Bernhard Wenger Eysturríki 2024 102 min)
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##