Jóannes Bjartalíð spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Fredrikstad spældu dyst á útivølli móti KFUM Oslo í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Oslo vann dystin 2-1. Heimaliðið skoraði bæði málini undan steðginum. Tað var ikki fyrrenn í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, at tað eydnaðist Sondre Sørløkk hjá Fredrikstad at minka um munin.
Jóannes fekk karakterin 6,3 (av 10) frá Soccerstand. Tað var júst miðalkarakterurin fyri alt liðið hjá Fredrikstad.
Fredrikstad er nummar átta í deildini við 31 stigum fyri 23 dystir. Fredrikstad hevur sjey stig niður til Ham-Kam á triðaftasta plássinum. Liðið sum endar triðaftast má spæla tveir dystir móti einum liði úr næstbestu deildini, og tí má Fredrikstad stríðast fyri at fáa fjarstøðu til triðaftasta plássið. Fredrikstad hevur 14 stig upp til endastøðurnar, ið geva evropeiskan fótbólt komandi summar.
Sunnudagin klokkan 16 møtir Fredrikstad júst Ham-Kam á heimavølli, og tá er eitt gott høvið at økja um frástøðuna.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum KFUM Oslo-Fredrikstad 2-1 (2-0):
##med2##