Tað var í 1986, at ein av reaktorunum í kjarnorkuverkinum í Tsjernobyl í Ukraina sprongdist, og radioaktivar geislingar kundu staðfestast í pørtum av Evropa.
Tá var hetta rópt heimsins størsta kjarnorkuvanlukka.
Í kvøld upplýsa ukrainsku myndugleikarnir, at eitt russiskt álop hevur slitið streymveitingina til Tsjernobyl-verkið, sum liggur har norðuri í Ukraina, nærindis markinum til Hvítarusslands.
Stutt eftir, at Russland leyp á Ukraina fyri hálvum fjórða ári síðan, høvdu russar í eina stutta tíð eftirlitið við Tsjernobyl-verkinum. Men, russar vórðu riknir aftur og mistu tá valdið í hesum partinum av Ukraina.
Russar tóku eisini eftirlitið við Zaporizjzja-kjarnorkuverkinum í landsynningspartinum av Ukraina, og her hevur russiski herurin framvegis valdið.
Sagt verður, at streymslit á einum kjarnorkuverki, sum verkinum í Tsjernobyl, kann gerast ein stórur trupulleiki fyri køliskipanina, sum tryggjar radioaktiva tilfarið - sjálvt, tá verkið er óvirkið og niðurlagt.
Dagføring:
Seinni í kvøld veit Reuters at siga, at Tsjernobyl-verkið nú koyrir við einari alternativari streymveiting, sum merkir, at kølingin er í gongd aftur.
Hetta upplýsir altjóða kjarnorkustovnurin, IAEA.