EB-dagar á Eiði

Um vikuskiftið verður skipað fyri EB-døgum á Eiði. Hetta er ikki eitt nýtt tiltak, men tað hevur kortini ikki verið skránni seinnu árini.

Byrjað verður í annaðkvøld klokkan 19 við Triathlon-kapping av Vátanesi. Síðan verður krokkkapping og brotssparkkapping á Mølini og klokkan 21 verður gudstænasta, har Martin Restorff Jacobsen fer at prædika í Eiðis kirkju.

Leygardagin verður byrjað klokkan hálvgum níggju við fótbóltskapping fyri smápiltar. Skráin ananrs er hendan:

Fríggjadagur 21/8-99


kl. 19.00Triathlon-kapping av Vátanesi

kl. 19.00Krokk-kapping á Mølini

kl. 20.00Brotsspark-kapping á Mølini

kl. 21.00Gudstænasta við Martin R. Javobsen í Eiðis kirkju


Leygardagur 21/8-99


kl. 08.30 - 11.00Fótbóltur smápiltakapping

kl. 11.00Fótbóltur smádreingir EB/Str. - MB

kl. 12.00Kajak niðri á Vatni

kl. 13.00Fótbóltur EB - NSÍ

kl. 13.00Ponyríðing á Mølini

kl. 14.30Setan við Knút Vesturdal á Mølini

kl. 15.00Fótbóltur 2. deild menn EB/Str. - MB

kl. 15.00Matsøla í EB-húsinum

kl. 15.00Framsýning av EB-myndum o.ø. í EB-húsinum

kl. 15.00 - 18.00Látrið er opið

kl. 16.00 Hoppiborg í bygdini

kl. 17.00Fótbóltur 5. deild menn EB - ÍF

kl. 17.00Køkutombola í EB-húsinum

kl. 17.00Barnatombola í EB-húsinum

kl. 17.00Fiskibrunnur í EB-húsinum

kl. 18.00Hondbóltskapping - old boys & old girls - á Skúlaplássinum

kl. 19.00Útimøti við Brøðrasamkomuni á Vaglinum

kl. 20.00 - 21.00Barnadiskotek í EB-húsinum

kl. 22.00Felagssangur á Vaglinum

kl. 23.00Dansur við Bacon í EB-húsinum


Sunnudagur 22/8-99


kl. 14.00 - 18.00Látrið er opið

kl. 15.30Dunnuspæl í EB-húsinum