EB/Streymur avgreiddi setningin

Eftir tepra sigurin á 07 Vestur hevur EB/Streymur fulla úrtøku, meðan vágamenn framvegis eru sørir. EB/Streymur hevur fulla úrtøku eftir at trý umfør eru løgd afturum av ársins Vodafone kapping.

Í dag greiddu teir við Margáir setningin við 1-0 sigri á 07 Vestur. Vágamenn eiga framvegis fyrsta stigið á, og 07 Vestur hevur framvegis ikki skorað í ársins kapping Málmunurin er 0-9!

Einsamalla málið hjá EB/Streymi skoraði Santos upp á brotsspark í 2. hálvleiki.

 

EB/Streymur-07 Vestur 1-0 (0-0)

Dómari: Bárður Mortensen

1-0: Alex José dos Santos br 67.

EB/Streymur: René Tórgarð - Leif Niclasen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos - Pætur Dam Jacobsen, Bárður Olsen (Pauli G. Hansen, 73.), Daniel Udsen (Arnar Dam, 46.), Hans Pauli Samuelsen (Brian Olsen, 90.) - Sorin Anghel, Arnbjørn Hansen

Gult kort: Egil á Bø, Alex José dos Santos

07 Vestur: Hans Jørgensen - Rógvi F. Nielsen, Téhé Aristide, Jón Nielsen, Sjúrður Ellefsen - Holgar Djurhuus (Emil Mikkelsen, 83.), Tór-Ingar Akselsen, Badara Diedhiou, Eli F. Nielsen - Henning G. Joensen (Torstein Heinason, 80.), Clayton Soares

Gult kort: Henning S. Joensen

 

-----

 

Uttan at tað sæst serligur munur millum toppliðið og botnliðið, sum stríðast við Margáir, so hevur tað loksins eydnast heimaliðnum at fáa hol á.

1-0 málið skoraði Santos upp á brotsspark. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tí hann metti, at vágamenn høvdu hildið Sorin Anghel, tá ið hesin royndi at sleppa upp frá fyri at seta høvdið undir hornasparksinnlegg.

 

----

 

Tað gongur striltið hjá EB/Streymi, sum er ósigrað higartil í ár, at fáa bilbukt við uppflytarunum í 07 Vestur.

Eftir 50 minuttir er støðan framvegis málleysur javnleikur.

Talan hevur ikki verið um nógvar upplagdar málmøguleikar.