Meistararnir úr Sundalagnum tykjast vera ógvuliga væl fyri, nú tað eru tvær vikur eftir til kappingarbyrjan. Meiri ivasamt tykist tað vera hjá klaksvíkingum. Soleiðis er støðan, um metast skal út frá úrslitinum í fyrstu uppgerðini í Klaksvíks kappingini, sum er á skránni hetta vikuskiftið.
EB/Streymur var væl betri skipað enn KÍ. Gestirnir vunnu 4-1, eftir at teir í hálvleikinum vóru frammanfyri 3-0.
Niels Pauli Danielsen setti hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki eftir fríspæling úr høgru, Gunnar Zachariasen økti um leiðsluna eftir kiksaða afturlegging, og dygst undan steðginum var Niels Pauli Danielsen aftur upp á spæl, eftir at Hans Pauli Samuelsen hevði spælt hann leysan.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki spældi Hans Pauli Samuelsen Gert Hansen púra blankan eftir kiksaða rangstøðufellu, og so var 4-0. Eftir hornaspark pyntaði KÍ um, tá ið EB/Streymur gjørdi sjálvmál.
Klokkan 15.15 verður fyrsta bríkslið millum ÍF og HB, sum skulu spæla um, hvør av teimum í morgin skal spæla finalu ímóti EB/Streymi.