Í morgin er fult umfar í Betrideildini hjá monnum.
Skráin er hendan
Sunnudagin klokkan 15:
AB-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
07 Vestur-Víkingur
EB/Streymur-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
B36-B68
Sunnudagin klokkan 17:
Skála-KÍ
Frásøgumenn hjá FM1 vera Petur Asbjørn Lervig og Tróndur Arge. Í hálvleikunum og aftaná dystin frætta vit frá heimildarmonnum, ið eru til dystirnar B36-B68 (Jákup Mørk) og 07 Vestur-Víkingur (Árni Gregersen). Knút Johannesen verður heimildarmaður til dystin Skála-KÍ so leingi sendingin "Triði Hálvleikur" koyrir.
Millum klokkan 14 og 14.50 verður sendingin "Fótbóltspanelið" frá fríggjadegnum endursent.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo