(Beinleiðis) EB/Streymur tapti í kvøld 3-1 fyri einum væl sterkari liðið. Dinamo Tblisi úr Georgia vísti onga náði og vann samanlagt 9-2. Í kvøld stóð EB/Streymur seg væl og kundi havt fingið okkurt máli afturat.
Tað er serliga fyrri dysturin, sum hevur tikið broddin av spenninginum til seinna dystin. Tað vóru bara 317 áskoðarar til dystin og tað sigur eisini eitt sindur um støðuna undan dystinum, men hóast tað, so vístu bæði sundalagsmenn og gestirnir gott spæl í løtum.
Champions League ævintýrið hjá EB/Streymi er komið at á hesum sinni. Teir vunnu greitt samanlagt á Lusitans úr Andorra, men megnaðu einki at gera við Dinamo Tblisi. Avrikinum ber ikki til at finnast at, nú er so spurningurin um sundalagsmenn hava orku til at fara í holt við Effo-deildina aftur. Leygardagin skulu teir spæla móti AB á Argjum.
EB/Streymur(1) - (6)Dinamo Tblisi 1-3)
0-1: Xisco, 7 br
0-2: Jaba Dvali, 12
1-2: Niels Pauli Danielsen, 27
1-3 Darko Glisic, 83
2.Hálvleikur:
(Liðugt) Bretski dómarin bríkslar fyri seinastu ferð. Dinamo Tblisi hevur vunnið 3-1 í kvøld og samanlagt 9-2.
(90.min) Dómarin hevur lagt fýra minuttir afturat.
(90.min) EB/Streymur hevur tríggjar stórar møguleikar upp á stutta tíð. Fyrst rakar Leif Niclasen yvirleggjaram. Síðani hevur Arnbjørn tvær royndir á málið, sum fara uppum.
(87.min) Jóhannus Hansen við góðum skoti uttanfyri brotsteigin, men skoti fer dygst framvið.
(84.min) Hanus Olsen inn fyri Niels Paula Danielsen
(83.min) Darko Glisic økir við frálíkum skoti við uttarusíðu á fótin. Uttanfyri brotsteigin sendir hann bóltin upp í málhornið. Flott mál.
(79.min) Árni G. Olsen loysir av Rógva E. Nielsen
(78.min) Fyri aðru ferð síðan hann kom á vøllin hevur Vouho brent ein stóran møguleika.
(73.min) Dánjal Davidsen liggur skaddur á vøllinum og fær hjálp. Fær viðgerð og er komin á beinini aftur.
(67.min) Rene Tórgarð stórbjargar, tá innskifti Vouho blívur púra leysur í brotsteiginum, eftir innlegg úr vinstru.
(65.min) Brian Olsen kemur inn fyri Gunnar Zachariasen. Fyri Dinamo Tblisi koma Vouho og Darko Glisic inn fyri Xisco og Giorgi Papava.
(64.min) EB/Streymur hevur stóran møguleika at skora. Fyrst verður skotið hjá Gunnari Zachariasen blokera, og síðani velur Niels Pauli Danielsen at taka ein trekk ístaðni fyri at skjóta. Trekkið miseydnast.
(61.min) Arnbjørn við skoti úr spískum, men málverjin bjargar.
(60.min) Dysturin er í løtuni í tómgongd. Gestirnir leggi ikki so nógv fyri, meðan EB/Streymur ikki veruliga megnar at hótta málið, hóast teir hava bóltin nakað.
(54.min) Dinamo Tblisi ger sína fyrstu útskifting. Giorgi Seturidze er farin út og inn er komin David Khurtsilava.
(50.min) Almenna talið av áskoðarum er 317. Helst hevur vánaliga úrslitið í Georgia minkað um hugin hjá sundalagsfólki og øðrum føroyingum.
(46.min) Hvørki av liðnum hevur gjørt broytingar í hálvleikinum.
1. Hálvleikur:
(Hálvleikur) Dinamo Tblisi er fleiri flokkar betri enn EB/Streym, men sundalagsmenn reistu seg eftir at verða komnir aftur um 2-0 longu aftaná 12 minuttir.
Tað sæst at menn sum Marni Djurhuus og Egil á Bø mangla í verjuni, meðan Leif Niclasen, Levi Hansen, Arnbjørn Hansen og Gunnar Zachariasen megna at hótta í álopsspælinum.
Eisini ungi Jóhannes Hansen, sum spælir á vinstra bakki, roynist væl við bóltinum og torir at spæla.
(45.min) 1. minuttir lagdur afturat.
(40.min) Annars eru stór tíðindi úr TB, har Hans Fróði Hansen ikki longur er venjari. Meiri er at lesa aðrastaðni á in.fo.
(35.min) Dinamo Tblisi hevur fult tamarhald á samlaðu støðuni, men EB/Streymur bjóðar also av í álopspartinum, har Gunnar Zachariasen og Arnbjørn Hansen eru stinnir.
(27.min) Misskiljing í verjuni ger, at Niels Pauli Danielsen heilt tætt undir málinum kann minka um munin fyri EB/Streym.
(12.min) Elguja leggur innfyri til Jaba Dvali, sum stútar bóltin í mál
(6.min) Rene Tórgarð ger brotsspark, tá hann er ov seinur út eftir bóltinum. Rene fær gult kort. Spanski Xisco skorar upp á brotssparki.
EB/Streymur:
René Tórgarð – Rógvi E. Nielsen, Gert Hansen, Dánjal Davidsen, Jóhannes Hansen – Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Niels Pauli Danielsen – Arnbjørn Hansen
Á bonkinum:
Símun Jóhan Wolles, Árni Grunnveit Olsen, Hanus E. Olsen og Brian Olsen
Dinamo Tblisi:
Giorgi Loria - Giorgi Seturidze, Ustaritaz, Givi Kvaratskhelia, David Kvirkvelia - Giorgi Papava, Elguja Grigalashvili, Levan Khmaladze, Giorgi Merebashvili - Xisco, Jaba Dvali
Á bonkinum:
Tomike Zarkua, David Khocholava, David Khurtsilava, Irakli lekvtadze, Giorgi Gvelesiani, Darko Glisic og Vouho
Undan dystinum:
Stórt mannfall í Sundalagnum
Klokkan 19 í kvøld fer EB/Streymur at siga farvæl við europeisku meistarakappingina – í hvussu so er á hesum sinni. Nú skal dysturin í kvøld ímóti Dinamo Tbilsi sjálvandi spælast, og frá føroyskari síðu verður sjálvandi vónað, at tað fer at gangast føroyameistarunum væl. Men tað er eingin, sum roknar við, at EBStreymur fer at megna at taka plássið í triðja innleiðandi umfarinum frá georgiska liðnum. Í Tbilsi vann Dinamo 6-1. Tað vil siga, at EB/Streymur skal í hvussu so er vinna 5-0 í kvøld, um tað skal eydnast at sleppa víðari í næsta umfarið!
Síðsta fríggjadag varð lutur kastaður um, hvussu liðini skulu hittast í triðja umfari. Tað verður ikki smávegis mótstøðu, sum samantaldi vinnarin av EB/Streymi og Dinamo Tbilsi fer at hitta. Talan verður um samantalda vinnaran millum Steua úr Bukarest í Rumenia og Vardar úr Makedonia. Seinni dysturin verður í Makedonia í kvøld. Í sínum heimadysti vann rumenska liðið 3-0, og harvið eru tað Dinamo Tbilsi og Steua Buarest, sum eru stórfavorittar at spæla um rættin at halda fram í kappingini.
Hjá EB/Streymi var tað strika í rokningini, at Egil á Bø og Hans Pauli Samuelsen ikki vóru við í Georgia. Hans Pauli Samuelsen er tøkur aftur, men tað er Egil á Bø ikki. Í kvøld er tað smeitur, at bæði miðverjin Marni Djurhuus, sum var liðformaður fyri viku síðani, og verjukendi miðvallarin Arnar Dam eru leikbannaðir, tí teir hava tvey gul kort á kontuni.
Sannlíkt er tað, at 17 ára gamli Jóhannes Hansen, sum í ár hevur verið við í fimm dystum, fer at fáa møguleikan á øðrum vongverjanum, og at Gert Hansen verður miðverji saman við Dánjali Davidsen. Liðið fer tískil at síggja soleiðis út: René Tórgarð – Rógvi E. Nielsen, Gert Hansen, Dánjal Davidsen, Jóhannes Hansen – Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Niels Pauli Danielsen – Arnbjørn Hansen.
Dómarabólkurin er úr Wales, og tað verður Simon Lee Evans, sum klokkan 19 fer at brísla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli.