- Tað eru tvær-tríggjar vikur síðani, at vit fóru undir at gera eina ebolatilbúgving í Føroyum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hetta var um sama mundi, sum danskir myndugleikar fóru í gongd við tað sama.
Karsten Hansen sigur, at serfrøðislæknarnir á Landssjúkrahúsinum og onnur umboð fyri heilsuverkið hava sitið saman, og funnið fram til eina haldgóða tilbúgvingarætlan fyri Føroyar.
- Vit hava til dømis ein smittuserfrøðing á Landssjúkrahúsinum, og tað er í slíkum førum, at tað vísir sítt virði, at hava serlæknar í starvi, sigur hann.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur sent Karsteni Hansen nakrar fyrispurningar um ebolatilbúgvingina í Føroyum. Í viðmerkingunum til fyrispurningarnar skrivar hon, at hóast ætlanir eru um at senda sjúklingar til Danmarkar, er eingin avtala gjørd hesum viðvíkjandi.
Karsten Hansen sigur, at hetta er ikki heilt rætt.
- Ætlanin er at senda tey, ið fáa staðfest ebola, til Hvidovre sjúkrahús til viðgerðar, og vit hava fingið avtalu í lag við sjúkrahúsið.
Les eisini Føroysk tilbúgving ímóti ebola sum skjótast
Karsten Hansen ásannar, at onkrir manglar eru enn.
- Okkum manglar eitt isolatiónshøli, og eitt slíkt er ikki so lætt at finna. Vit arbeiða tó við málinum, og eg vænti, at innan vikan er av, hava vit funnið eitt hóskandi høli, sigur landsstýrismaðurin.
- Vit hava heldur onga avtalu um flutning av ebolasjúklingum enn. Danskir myndugleikar eru í ferð við at skipa eina flutningsskipan, og vit hava sent teimum eina umbøn um, at gerast partur av hesi skipanini. Vit vænta, at hendan umbønin verður eftirlíkað, so skjótt sum flutningsskipanin verður klár, sigur Kasten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Ein norsk kvinna er smittað av ebola í Spania, har hon starvaðist sum sjúkrasystir. Trý onnur starvsfólk á sjúkrahúsinum eru undir illgruna at vera smittaði av ebola og eru sett í isolasjón.