ECB sær óvissu um framtíðina og øktan inflatiónsváða

Evropeiski miðbankin hækkar inflatiónsvæntanirnar í 2026 til 2,6 prosent úr 1,9 prosentum.

Evropeiski miðbankin varðveitir rentuna sum væntað. Tað boðar miðbankin frá í tíðindaskrivi í dag.

Men óvissa er um búskaparligu framtíðina.

Tað verður í stóran mun myndað av, hvussu hart og drúgvt stríðið verður, stendur í tíðindaskrivinum.

– Stríðið í Miðeystri hevur gjørt útlitini munandi ótryggari og skapt váða fyri høgari inflatión og minni búskaparvøkstri, skrivar bankin.

Samstundis hækkar ECB væntaðu inflatiónina í 2026 millum londini í evruøkinum til 2,6 prosent úr undanfarnu 1,9 prosentum, stendur í tíðindaskrivinum.

– Tað er sjáldsamt, at ECB ger so stórar broytingar í forsøgnini, skrivar høvuðsbúskaparfrøðingurin í Dansk Erhverv Tore Stramer í fráboðan.

 

/Ritzau/