Nú verður aftur koyrandi eftir Frælsinum

Leygardagin letur Frælsið í Havn uppaftur fyri gjøgnumgangandi ferðslu

Síðani november hevur eingin gjøgnumkoyring verið eftir Frælsinum í Havn, har arbeitt hevur verið við at leggja fjarhitarør frá Landavegnum og út á økið við Landssjúkrahúsið.-Upprunaliga skrivaði býráðið, at koyrandi varð aftur 11. desember í fjør, men arbeiðið hevur drigið út. Men í dag skrivar býráðið, at arbeiðið nú verður liðugt leygardagin.

– Tað merkir, at tað aftur er koyrandi eftir Frælsinum frá leygardegnum 21. mars. Tá byrjar eisini bussleiðin aftur at koyra eftir Frælsinum, skrivar Tórshavnar býráð.

 

##med2##