Veðrið argar triðja umfar í fótbóltinum

Ótespilig veðurforsøgn ávirkar dystirnar í Meistaradeildunum hjá bæði monnum og kvinnum

Fótbóltssambandið boðar frá, at eingir dystir verða sunnudagin vegna veður.

 

Fríggjakvøldið er fyrsti dystur í triðja umfari í MeistaraDeildini hjá monnum á skránni, tá EB/Streymur fær vitjan av KÍ við Margáir í Streymnesi.

 

Síðani skuldu hinir fýra dystirnir verða spældir sunnudagin 22 . mars.

 

Men orsaka av keðiligari veðurforsøgn hevur kappingardeildin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt at avlýsa allan fótbólt sunnudagin, og í staðin framskunda tríggjar dystir til leygardagin og útseta ein dyst til mánadagin.

 

B36 og B68 spæla leygardagin klokkan 17:00, og ein tíma seinni, klokkan 18:00 byrja dystirnir millum NSÍ og AB, og 07 Vestur og Skála.

 

Fimti dysturin í triðja umfari, sum er millum Víking og HB, verður fluttur til mánakvøldið 23. mars klokkan 18:30.

 

Veðrið ávirkar eisini fyrsta umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum. NSÍ og Skála møtast við Løkin í Runavík fríggjakvøldið klokkan 19:00, meðan enn óvist, nær hinir tríggir dystirnir í fyrsta umfari verða spældir.