Edmund Joensen: Føroyar vunnu á ES

– Tað er ómetaliga gott og positivt, at Føroyar og ES síggja út til at hava funnið semju í trætuni um sildarkvotur. Samstundis eisini gott og positivt, at tey fóru skeiv, sum spáddu, at hetta fór at vera endin á Ríkisfelagsskapinum.

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum fegnast um, at boykottið hjá ES mótvegis Føroyum nú endar. Í dag var hann gestur í sjónvarpsstovuni hjá TV2News, har hann gjørdi viðmerkingar til málið. Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini.