Edmund tryggjar VKO-meiriluta á Fólkatingi

Parlamentariski meirilutin, sum stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, hevði fyri fólkatingsvalið, kann halda fram, nú føroyingar valdu eitt sambandsumboð á Fólkating. Stjórnini nýtist sostatt ikki at vera bundin at Ny Alliance hjá Naser Khader, nú Edmund Joensen er valdur fyri Sambandsflokkin. Hetta staðfesta donsku bløðini Politiken og Jyllands-Posten í kvøld.

Edmund Joensen váttar fyri Politiken, at Sambandsflokkurin aftur hesaferð fer at stuðla Vinstraflokkinum hjá Fogh, og sostatt hava Vinstra, Konservativi flokkurin og Danski fólkaflokkurin 90 tinglimir og harvið meirilutan av teimum 179 tinglimunum í Fólkatinginum.

Enn er tó ikki greitt, hvønn leiklut Ny Alliance fer at spæla í tingarbeiðnum, ella í hvønn mun tey fara at stuðla stjórnini.