Effektivisering er greiði málsetningurin

Tá Tórshavnar kommuna keypti fýra bygningar frá BankNordik, var tað við tí greiða málsetningi at samla, rationalisera og effektivisera alla umsitingina

Heðin Mortensen, borgarstjóri
----
Tá Tórshavnar kommuna fyrr í ár keypti teir báðar banka­bygningarnar hjá Bank­Nordik við Steinatún og í Húsagøtu, umframt bygn­ing­in har Skyn húsast í Tórs­gøtu, og bygningin, har Guðrun & Guðrun halda til í gongugøtuni, fyri tilsaman 92 mió kr., var tað við tí greiða mál­setningini at samla og effek­tivi­sera umsitingina hjá komm­un­uni mest møguligt.
Umsitingin hevur leingi hildið til á fleiri adress­um kring um í býnum. Komm­un­an hevur júst broytt all­an fyrisitingarbygnaðin við færri leiðarastørvum og ein­um leiðslustigi minni. Hetta er alt partur av somu ratio­nali­ser­ing­um.

Effektivisera við at samla umsitingina
Fyrsta stig í hesum sambandi er at savna teknisku fyri­sit­ing­ina í teimum báðum ovastu hæddunum í banka­bygninginum við Steinatún. Í 2015, tá BankNordik flyt­ir út úr teimum báðum nið­astu hæddunum í banka­bygn­ing­in­um í Steinatúni, verður mið­fyrisitingin hjá komm­ununi savnað á hesum báðum hæddunum.
Tað er spell, at ikki øll síggja fyrimunirnar í hes­um, men royna at lýsa klár­ger­ingina av skrivstovu­hølunum sum eitt mál um oyðsl av pengum hjá kommununi.

Keyptu ikki liðug skrivstovuhøli
Kommunan keypti bygning­arnar uttan innbúgv og út­gerð og í tí standi, teir vóru. Eitt nú skuldi stórur part­ur av 3. hædd, har BankNordik hevði sína kan­tinu, umbyggjast til skriv­stovu­høli.
Borgarstjórin boðaði frá á bý­ráðsfundinum í vár, har heimild var játtað at keypa bygningarnar, at keyps­­pen­­ingurin skuldi fíggjast av íløgum og við sølu av bygn­ingum, sum komm­unan ikki longur kom at tørva, meðan klárgeringin av hølunum skuldi fíggjast av rakstri. Hetta lat seg gera, tí avlop var á nøkrum rakstrarkonti í 2012, haðan peningurin til klárgeringina skuldi finnast.
Stjórn, umsiting og ráð­gevarar fóru síðani í holt við arbeiði.

Býráðið og fíggjar­nevnd ynsktu at arbeiðast skuldi skjótt
Arbeiðið skuldi ganga skjótt og arbeiðast skuldi tí bæði yvirtíð og í summarferiutíð í juli mánað. Hetta gjørdi, at arbeiðið bleiv dýrari, men tað hevði stóran týdning fyri kommununa, at hølini vórðu tikin í nýtslu skjótt, so farast kundi undir at selja bygningarnar, ið vóru til avlops.
Fyrst í september vóru hølini í teimum báðum ov­astu hæddunum í bank­a­bygninginum klár til teknisku fyrisitingina. Fíggjarnevndin hevur fingið kunning um arbeiðið í bankabygninginum í Steinatúni.
Tað er ikki soleiðis, sum Sosialurin roynir at leggja hetta út. Stjórnin, borgar­stjórin og umsitingin hava arbeitt eftir tí leisti, sum stungin var út í kortið longu í samband við keypið, at klár­geringin av hølunum skuldi rindast av rakstri.
Tí kann tað bert undra, at onkur fíggjarnevndarlimur nú ikki sigur seg vilja nýta neyðuga peningin, soleiðis, at starvsfólkini fáa hóskiligar umstøður at virka undir, tí tað er í veruleikanum bert tað, hetta málið snýr seg um – at skapa nøktandi umstøður fyri at náa tí effektivisering, sum býráðið hevur sett sær sum mál.
Kostnaðurin er heldur ikki 6 mió, sum Sosialurin skrivar. Kommunur rinda 6,25% mvg og ikki 25%. So longu har er roknað nærum eina miljón við síðuna av.
Sammanumtikið er so­statt talan um eitt muna­gott átak, sum betrar ar­beiðs­umstøðurnar, effektiviserar umsitingina og harvið økir munandi um trivnaðin hjá okkara starvsfólki.