Fjølmiðlarnir ? útvarp, sjónvarp og bløð ? hava kollvelt okkara verð. Nú er ørgrynnan av fjølmiðlunum sjálv útsett fyri sterkari kollvelting. Fjølmiðlaheimurin er mitt í eini kollvelting, sum kemur at broyta fjølmiðlaframleiðsluna og eisini lív okkara.
Fjølmiðlarnir eru longu byrjaðir innan ta digitalu kollveltingina, og tá ið hon er liðug verður onki sum fyrr. Sjónvarp, útvarp og bløð koma at smelta saman við Internet og World Wide Web. Tær digitalu sjónvarps- og útvarpsskipanirnar verða felagsvirknar og upplýsingartænastur verða keyptar og seldar í tí kvika og nýggja netverkinum. Kollveltingin umfatar ikki bert fjølmiðlar men eisini forløg, vikubløð, filmsbókaløg, teldu- og telekomvirkir. Hetta merkir, at vit øll verða ávirka av tí, sum hendir og fer at henda.
Nýggjar skipanir og heilt nýggir fjølmiðlahættir kyknast upp. Fyri áhoyraran og hyggjaran inniber hetta møguleikar til upplýsing og undirhald, men samstundis verður hetta eisini ørkymlandi. Teir, ið taka avgerðir í heiminum ? bæði politikarar, tænastumenn og virkisleiðarar ? royna at fáa fatur á tí ið hendir. Teir skulu taka avgerðir í eini støðu, har tað er torført at síggja menningina í framtíðini.
Fyri øll, ið starvast innan fjølmiðlar, merkir hendan gongdin eina stóra broyting ? nýggj arbeiðstól, nýggjar arbeiðsgongdir og nýggja fjølmiðlaframleiðslu. Alt hetta er neyðugt fyri at fáa møguleika at verða við í menningini í tí týdningarmikla virkseminum, nevnliga tann nýggja digitala upplýsingaverðin.
Robert Tamm er stjóri í »Finlands Rundradios Multimediaverkstad«, har hevur hann starvast síðan 1993. Hann hevur verið við til at uppbygt heimasíðuna hjá Rundradio. Hann hevur framleitt fýra tey fyrstu multimedia á CD-ROM og er nú við, tá ið Rundradio ger ætlanir um yvirgangin til DVB og DAB. Hann byrjaði á Rundradio í 1971 sum útvarpsstjóri og hann vísir á, at hóast hann fór yvir til ta nýggju digitalu skipanina fyri 10 árum síðani, so er hann við 17 árs roynd-um sum útvarpsstjóri, meira journalistur enn serfrøðingur innan digitaltøkni.
Robert Tamm kemur til Føroya at hava almennan fyrilestur innan alt hetta í Útvarpshøllini fríggjadagin 24. apríl kl. 19.30.
*