Tá Oksana Jacobsen kom til Føroya á fyrsta sinni fyri níggju árum síðan, var hon bilsin yvir at síggja, hvussu góðar liviumstøður fólkið hevði.
Hon hugsaði um tað, sum varð sagt heima í Ukreina, har myndugleikarnir søgdu almenninginum, hvussu ræðuligar umstøðurnar vóru hjá fólki í Europa. Hon kendi seg vónsvikna.
Eftir at hava verið við russiskum skipum á Skála í fleiri umførum, hugsaði hon, at her vildi hon fegin búgva.
Áðrenn hetta hevur hon arbeitt víða um í heiminum, men altíð í kommunistiskum londum. Hon dugir bert at tosa ukreinskt mál, og roynir sum frægast at læra seg føroyskt. Máltrupulleikar hava hjúnini ikki beinleiðis, men um á stendur, so kemur átta ára gamli systursonurin Igor teimum til hjálpar.
Igor er tulkur
Hann kom til Føroya at vitja fyri góðum ári síðani, saman við mammu síni Hannu. Nú gongur Igor í 2. flokki í skúlanum. Honum dámar sera væl, og hóast so stutt tíð er fráliðin, tosar hann ræðið føroyskt.
Oksana hevur verið við russiskum skipum í 13 ár. Har arbeiddi hon sum kamargenta hjá skiparanum og í verksmiðjuni umborð. Manningin var burtur heimanífrá í hálvt ár.
Arbeitt var frá 6.30 og til um midnátt í trýskiftisvakt. Hetta var ógvuliga strævið arbeiði, men tað vóru ikki aðrir møguleikar, um hon skuldi breyðføða seg.
Í 1988 var Oksana við skipi, sum skuldi umvælast á Skála. Hon steðgaði bert í tríggjar dagar. Í 1992 gekk leiðin aftur inn á Skála í ein mánaða. Tá skipið hon ar við í 1994 fór inn í Føroyum, fóru tey á Miðvág, har verksmiðjan umborð varð umvæld.
Fólk og mentanir eru sum kunnugt ymiskar. Oksana setti sær fyri at finna sær mann í Føroyum. Hon orkaði ikki longur sjólívið og strævna arbeiðið umborð.
Tá var tað, at hon hitti Jákup Jacobsen, og tey samdust um at giftast. Jákup hevði verið einkjumaður í nógv ár, og átti eingi børn.
8. oktober 1994 giftust Oksana og Jákup Jacobsen, og tey trívast væl bæði.
Tá hjúnini verða spurd, um hjúnarbandið bygdi á skilsemi ella kærleika, nú tey løgdu saman, siga tey bæði, at kærleikin førdi tey saman.
Meðan vit tosa um fortíð og nútíð kann Oksana als ikki halda sær. Hon kínir Jákupi og sigur upp í saman: ?Mín Jákup er ein góður maður³.
Aldursmunurin
ongan týdning
Hon er so fegin um at liva saman við manni sínum, og hóast hon er 50 og hann 74 ár, so hevur aldurin als ongan týdning. Tey eru lukkulig, siga tey bæði.
Oksana er fødd og uppvaksin nærindis Ivano-Frankovsk í Ukreina. Hetta er við polska markið.
Foreldrini áttu fimm børn, og pápin var lossingarmaður á jarnbreytastøðini í býnum. Mamman arbeiddi í einum kollektivi innan jarðbrúk, sum russiski staturin átti. Hennara uppgáva alt lívið var at mjólka. Børnini hjálptu henni, tí hetta var ógvuliga strævið arbeiði, og lønin var nærum eingin. Oksana gekk í barnaskúlan í sjey ár. Hon vildi so fegin sleppa at útbúgva seg til musiklærara, men tað slapp hon ikki, tí tey áttu ongan pening.
16 ára gomul vildi Oksana sleppa inn í býin at arbeiða, men har skuldi ein hava eitt ávíst pass, og tað sýttu myndugleikarnir henni.
Tá systir hennara giftist við flogskipara innan herin, skaffaði hann Oksanu arbeiðið sum flogterna við hernaðarflogfari, ið flutti hermenn til Mongolia.
Har hitti hon ein ukreinskan flogskipara, og tey giftust í 1971 og búsettust í Mongolia.
Maðurin doyði og Oksana hitti reis
Aftaná giftarmálið helt Oksana fram at arbeiða sum flogterna. Trý ár seinni varð hon við barn, men tá varð maðurin skotin niður á markinum millum Kina og Mongolia. Hóast Okasna var við barn, gavst hon ikki at arbeiða, men av tí at flogfarið hon var við, datt einar átta metrar niður í einum luftholi, misti hon barnið.
Hon fór aftur til Ukreina, og varð stutt eftir send á hvíldarheim í Bulgaria, fyri at koma fyri seg aftur. Har hon var í ein mánað.
Oksana tosar nógv um kommunistiska stýrið, og hvussu ófrælst fólkið er. Hon hevði hitt eina týska kvinnu á hvíldarheiminum í Bulgaria.
Tá hon kom heimaftur til Ukreina, skrivaði hon bræv til vinkonuna í Hamburg.
- Tað fyrsta sum hendi eftir hetta, var, at ein eftirlitsmaður kom til mín og spurdi, hví eg skrivaði brævið, og hvat stóð í tí, sigur Oksana.
Tá tað var ógjørligt hjá henni at fáa arbeiði heima, fór hon til eitt av baltisku londunum at arbeiða fisk.
- Tað var ógvuliga strævið arbeiði, og tá eg hevði verið har í tvey - trý ár, ringdi eg til beiggja mín heima, og bað hann skaffa mær arbeiði sum flogterna, tí nú orkaði eg ikki meir.
- Meðan eg standi á telefonstøðini og tosi við beiggjan, kemur ein eftirlitsmaður framvið. Hann heldur meg vera balta, tí eg havi ljóst hár o.s.fr.. Tá kom ein skipari framvið, og hann spurdi meg, um eg ikki vildi arbeiða umborð á einum skipi? Eg játtaði.
Við russiskum
skipum í 14 ár
Tað var eitt reiðarí í Arkhangelsk, og har var eg við í 14 ár, til eg fór í land í Føroyum.
- Hvussu hava fólk her tikið imóti tær?
- Øll hava verið ómetaliga fyrikomandi og blíð. Føroyingar eru góð fólk, og øll liva væl. Vit hava als ikki havt nakrar trupulleikar, sigur Oksana og Jákup gevur henni rætt.
Oksana veit væl, at tað kundi verða vágiligt at giftast og búsetast so langt heimanífrá, her siðir og mentan, verðurlag o.s.fr. er so nógv øðrvísi. Til hetta sigur hon, meðan hon rørd turkar tárini burtur:
- Eg eri ein djørv kvinna, men eg beri eisini stóran alsk til hetta landið, sum eg havi tikið til mín. Her er so friðarligt og eg njóti at alt er so frítt her.
- Tá tú hevur livað undir so ófrælsum og ótryggum umstøðum, sum eg havi alt lívið, so virðismetur tú tryggleikan.
- Harnæst havi eg fingið góðan mann. Vit hava verið heima í Ukreina, har hann hevur heilsa uppá familju mína.
Familjan hevur ikki havt góðar dagar. Abbi mín átti nógva jørð, men tá russararnir við Stalin á odda komu til Ukreina, tóku teir jørðina og løgdu eina jarnbreyt gjøgnum ognina.
- Tá russarnir komu í 1939, rændu teir ognirnar og drupu eisini nógv fólk. Aftaná kom Hitler, og tá var sama skilið, sigur Oksana, og stiur hugsunarsom eina løtu:
- Tað, sum eg haldi vera so ræðuligt er, at myndugleikar og herfólkini hava logið, dripið og rænt frá hond. Teir søgdu okkum at londini í Europa vóru ræðulig at liva í, og at alt var nógv betur í Ukreina og í Russlandi, sigur Oksana.
Igor kemur júst aftur úr skúla, áðrenn vit fara avstað, og tað hoyrist ikki á tosingarlagnum, at hann bert hevur búð í Sandavági stutta tíð.
Tað bøtir eitt sindur um máltrupulleikarnar hjá familjuni. Hann er tulkur, um okkurt er, sum hjúnini ikki skilja sínamillum.
Ynskir sær arbeiði og at læra føroyskt
Hóast Oksana er lukkulig, so hevur hon eitt hjartasuff. Hon vildi so fegin fingið arbeiði og møguleikar at læra málið til fulnar.
- Hon hevur arbeitt í fiski í 14 ár, og hon er bæði dugnalig og arbeiðssom, sigur Jákup.
Hóast hann hevur roynt at fingið henni arbeiði, so hevur tað ikki eydnast enn.
- Eg vildi fegin gjørt eitthvørt - gjørt reint ella arbeitt fisk ella tílíkt, sigur Oksana, sum ikki heldur, at hon fær brúkt alla sína orku í heiminum. Heimið er so væl hildið, at ikki eitt pu sæst nakrastaðni.
Hvat hjúnini fáa tíðina at ganga við? - Jú, vit ganga túrar í náttúruni, og okkum dámar væl at fara á flot at fanga okkum nakrar fiskar, siga Jákup og Oksana. Tey hava nóg mikið at taka sær til, og tey keða seg ongantíð.
Oksanu dámar sera væl at baka og matgera, og Sosialurin sleppur ikki avstað aftur, uttan so at vit eta ein døgurðabita.
Borðreitt verður við serligari suppu við spaghetti og kálrullum, sum smakka øðrvísi og betur enn vit eru von við.
Tá vit gera okkum til at fara aftur til Havnar, tykist tað sum ein sjálvfylgja, at vit eisini skulu hava við okkum ein kjøtrætt og hópin av smákøkum, sum tær báðar systrarnar Hannah og Oksana hava gjørt til reiðar, dagin fyri vit komu at vitja.