- Eg dragsaði bara børnini við mær

- Míni børn eru vaksin upp á mínum arbeiðsplássi, og tað er gott fyri tey. Tey hava ikki upplivað meg sum eina fráverandi mammu. Tvørturímóti. Eg nokti at fata og skilja, at børn eru ein trupulleiki. Ístaðin fyri at hugsa, at kvinnur í burðardyggum aldri eru ein trupulleiki fyri eitt arbeiðspláss, vil eg siga, at tað er eitt privilegium at arbeiða saman við teimum. Tað er so lívsjáttandi, sigur Ingvør Nolsøe, stjóri á reklamuvirkinum Stephansons Húsi.

Hon hevur ongantíð smæðst burtur millum fólk, hevur altíð torað at rópa hart og sagt sína meining. Heimanífrá hevur hon fingið gott í beinið og eina trygga bakgrund at byggja á, har tað altíð hevur verið sjálvsagt, at hon og systkini uttan mun til kyn skuldu hava eina útbúgving og klára seg sjálv.

Og klárað seg sjálv hevur hon síðani hon kom heim til Føroya aftur eftir lokna útbúgving í 1976.

- Hevði eg vitað, at tað var so torført at byrja fyri seg sjálva og byggja eitt virki upp, hevði eg ikki gjørt tað. Tað hevur verið sera strævið, og hevði eg valt eina ferð afturat, hevði eg helst brúkt lívið hjá mær til okkurt annað.

Hetta sigur Ingvør Nolsøe, sum í 22 ár hevur átt og rikið reklamuvirkið Stephansons Hús í Havn. Fyrstu árini í Vágsbotni, tey seinastu nógvu árini á Kongabrúnni. Hon er 47 ára gomul, fødd og uppvaksin í Klaksvík, eigur børnini Martin, sum er 23 ár og Heiðu, sum verður 9 ár fyrsta dagin. Ingvør Nolsøe er útbúgvin art director.


Ávegis til nakað sum er betri

Hvussu Ingvør Nolsøe hevur arbeitt seg fram at verða sjálvstøðug vinnurekandi er ein søga fyri seg. Tá ið hon kom til Føroya aftur miðskeiðis í sjeytiárunum var einki arbeiði at fáa.

- Tað var eingin við somu útbúgving sum eg, og her vóru ongar tradisjónir við at gera reklamur. Skuldi eg hava arbeiði, hevði eg einki annað val enn at byrja fyri meg sjálva. Og eg var øgiliga heppin í byrjanini, tí nærum samstundis byrjaðu SMS og Mjólkarvirki Búnaðarmanna, og allar reklamuherferðirnar hjá teimum gjørdi eg. Tískil fekk eg nógv at gera beinanvegin.

- Tað var torført hjá mær at fara undir mítt egna, tí eg var blaðung. Mítt starv er soleiðis háttað, at vit hava til uppgávu at geva ordrar, til dømis til prentarar og myndafólk um, hvussu teir skulu gera. Í byrjanini var tað ikki væl sæð, tá ið eg sum blaðung kvinna tók lut á fundi, har bara menn vóru. Teir høvdu onga fatan fyri mær, teir skiltu meg ikki. Eisini var tað hart at vera konufólk og vilja nakað. Eg vildi hava ávirkan og gera nakað.

- Tíðirnar eru ógvuliga nógv broyttar, síðani eg byrjaði, og tað eri eg sera fegin um. Hyggja vit rundan um okkum í dag síggja vit nógv konufólk í leiðandi størvum. So var ikki tá ið eg byrjaði. Eg varð onkuntíð kallað fyri eina ravnamammu, tí eg gekk høgt uppí mítt arbeiði. Í dag er nógv øðrvísi, tað er ikki nóg gott, men vit eru á veg til nakað sum er betri, sigur Ingvør Nolsøe.


Áðrenn og aftaná 92

- Krøvini, sum verða sett konufólki, eru framvegis hægri enn tey sum verða sett monnum, og tað kemst av, at kvinnur hava ov smalt netverk. Vit eru so einsamallar, duga ikki nóg væl at tosa saman arbeiðsliga og tað verður hildið, at vera ókvinnuligt at hava ávirkan. Konufólk áttu at havt eitt sterkt netverk eins og menn. Mannfólk duga at býta uppgávurnar ímillum sín, og tað er stuttligt at síggja teir gera tað.

- Í mínum arbeiði siti eg við næsta ættarliðnum av mannligum leiðarum. Aftaná skrædlið í 1992 broyttist alt samfelagið heilt totalt og eitt nýtt ættarlið av monnum kom til ræðið. Leiðararnir eru sum so ikki øðrvísi enn teir undanfarnu uttan tað, at teir eru yngri og meiri søkjandi. Teir hava ikki royndirnar sum teir undanfarnu høvdu. Tað hevur verið áhugavert at sæð, hvussu samfelagið hevur fótað sær, eftir at vit fóru av knóranum. Vit høvdu eina kvinnu sum borgarstjóra í Havn, og fingu eina kvinnu sum løgmann, og aðrar komu framat. Hví? Tí kassarnir vóru tómir og tí konufólk duga so væl at taka upp. Men tá ið skelkurin var av og vit komu fyri okkum aftur, komu menninir til aftur.

- Eg havi ein skering, sum eitur áðrenn og aftaná 92. Henda dagin, 6. okt. gloymi eg ongantíð. Sjálv fór eg ikki á heysin, men 90 % av arbeiðinum hjá mær var fyri Sjóvinnubankan, so eg merkti eisini til stóra skrædlið, sigur Ingvør Nolsøe.


At vera fyrst

Stephansons Hús var fyrsta reklamuvirkið í Føroyum, sum fór undir at arbeiða við internetinum. Og hetta at vera fyrst við nøkrum hevur ein serligan týdning fyri virkið og tað virkið stendur fyri. Sjálvur hornasteinurin í tilverurættinum hjá reklamuvirkinum liggur í at vera fyrst við tí nýggjasta, at vera fyrst at hugsa tankan, at vera fyrst við hugskotinum og at fáa brúkaran at velja tað virkið kann bjóða.

- Fyrst er alt, næst er næstan einki, sigur Ingvør Nolsøe.

Stephansons Hús var eisini fyrsta reklamuvirkið, sum fór til arbeiðis innan oljuvinnuna. Virkið legði fyrstu oljuráðstevnurnar til rættis í tøttum samstarvi við oljufeløg og umboðsfólk. Og í dag teljast oljusamtøk millum viðskiftafólkini hjá Stephansons Húsi.

Hvat krevst tað av eini kvinnu í sjálvstøðugari vinnu?

- Ein leiðari uttan mun til kyn skal duga at skapa karmin um eitt arbeiðspláss, skapa trivnað og hava visjónir. Tú skalt eisini tola eitt sindur av. Eg havi valt at vera leiðari, at gera mína egnu fyritøku, tí eg vil hava ávirkan og ábyrgd.

- Okkara virki er nøkur fólk sum arbeiða sum eitt team. Vit byrja hvønn einasta dag við at tosa um uppgávurnar í felag. Eg seti bert fólk í starv við útbúgving, míni pedagogisku evni eru uppbrúkt til fólk, sum ikki hava útbúgving, og tí havi eg altíð áhugaverdar medarbeiðarar.

Um tað er verri hjá konufólki at koma framat góðum størvum enn hjá mannfólki, sigur Ingvør Nolsøe.

- Jú, avgjørt. Menn velja menn, tí tað gevur teimum tryggleika. Kemur eitt konufólk larmandi framat, ræðast teir. Teir ræðast tað teir ikki kenna, mátan konufólk hugsa og eru uppá. Sjálvandi sleppa konufólk fram at um tær vilja. Men eg havi verið út fyri at verðið skúgvað til viks bara tí, at eg eri konufólk. Ikki tí at eg einki hevði uppá hjarta ella tí eg ikki dugdi, men tí eg var konufólk. Fyrr var tað ótrúliga sárandi og eg tók tað persónligt, men í dag smáflenni eg eftir slíkum.


Lívsjáttandi

Ingvør Nolsøe hevur seinastu árini búð einsamøll saman við dóttrini. Sonurin lesur film og filosofi í Skotlandi.

- Páparnir hjá børnunum hjá mær hava altíð tikið lut í uppalingini á jøvnum føti við meg. Børnini eru tann minsti trupulleikin, og teimum kanst tú ikki lasta nakað. Sum árini eru liðin eri eg vorðin meiri displinerað. Eg dugi betri at halda frí, men eg havi tikið nakað til mín, sum eg fekk eitt tips um, tá ið eg byrjaði mítt virki. Tað var frá eini vinkonu, sum hevði havt eina mammu, sum arbeiddi út, tá hon og systrarnar vóru lítlar. "Tað var alt í lagi at koma inn á arbeiðsplássið hjá mammuni og sita still innan fyri hurðina". Hesu góðu ráðini eru gull verd. Dóttur mín kagar hvønn dag inn til mín, hon kennir seg aldri einsamalla.

- Eg havi altíð dragsað børnini við mær, eg havi ongantíð koyrt tey frá mær. Tey eru vaksin upp á mínum arbeiðsplássi, og tað er gott fyri tey. Tey hava ikki upplivað meg sum eina fráverandi mammu. Tvørturímóti. Eg nokti at fata og skilja, at børn eru ein trupulleiki. Vit eru fýra starvsfólk í Stephansons Húsi og tvey teirra hava fingið eitt barn í ár. Annað teirra, ein pápi, gjørdi av at vera heima hjá barninum í tveir mánaðir, og vit funnu eina skipan, har hvørki Stephansons Hús ella hann sjálvur liðu neyð undir fíggjarliga. Hin, ein kvinna, hevur meðan hon hevur verið við barn strálað sum ein sól. Hon hevur arbeitt fyri tvey, og hon er so inspirerandi. Hevur hon tað gott og eru umstøðurnar til tað gongur alt sum fót í hosu. Hvør einasti dagur byrjar við, at vit tosa um børnini, hvat tey hava gjørt og hvat tey hava sagt. Tað er bara positivt.

- Tað er næstan eingin stjóri sum hugsar soleiðis, og tað er bara spell. Ístaðin fyri at hugsa, at kvinnur í burðardyggum aldri eru ein trupulleiki fyri eitt arbeiðspláss, vil eg siga, at tað er eitt privilegium at arbeiða saman við teimum. Tað er so lívsjáttandi, tí tað hendir nakað.

- Tá ið eg átti dóttrina fyri níggju árum síðani fór eg til arbeiðis dagin eftir eg kom heim av sjúkrahúsinum. Eg hevði hana við, men eg sigi ikki, at aðrar skulu gera sum eg. Spyr nakar meg í dag sigi eg, at konufólk eiga ikki at hugsa antin arbeiði ella heim. Tað fyrsta er, at konufólk ikki eiga at kenna seg sekar mótvegis arbeiðsplássinum, tá ið tær gerast við barn. Tá ið barnið er komið er møguleiki at taka tað við til arbeiðis, í øllum førum í byrjanini. Tær nýtist ikki at fara heilt burtur úr arbeiðinum, um tú hevur hug til tað. Eitt og hvørt arbeiðspláss kann innrætta seg eftir tí.

- Eg vil broyta lívsvirðini. Menn taka tað sum eina sjálvfylgju at hava arbeiði, børn, familju, kærleika, sex, pengar, makt, alt, meðan vit kvinnur halda, at vit skulu at velja. Sjálvandi hava vit somu rættindi. Ikki allar kvinnur vilja verða leiðarar. Og tað er heldur ikki altíð so stuttligt at vera leiðari. Mín størsta uppgáva sum leiðari er at vera trúføst yvir fyri arbeiðsplássinum, at standa aftaná fyri tey, stuðla teimum í øllum, og at fáa alt at virka. At síggja tey blomstra og støðast. Tað er mín visjón sum leiðari, sigur Ingvør Nolsøe.


Skapt trupulleikar við vilja

Hvat heldur tú um møguleikarnar hjá kvinnum at gera karrieru?

- Konufólk eiga ikki at vera so lítillátin. Tær eiga at halda seg til og ikki at vera so bangnar fyri monnum. Menn hava álopsmentan, meðan kvinnur fara í verjustøðu. Tað sum er rættiliga spennandi í dag er, at tey kvinnuligu virðini eru farin at tala til leiðarar. At liva seg inn í, at føla við og hvørt av sínum. Ein nýtímans leiðsla í dag leggur dent á kvinnulig virði, og tað gagnar mannaættini, sigur Ingvør Nolsøe.

- Eg síggi ongar forðingar fyri javnstøðu, og eg veit væl, at fólk finnast at javnstøðulógini sum verandi eitt misfostur. Men hon er neyðug til fólk skilja, at menn og kvinnur eiga at hava javnbjóðis rættindi. Hon er eitt neyðugt amboð eina tíð. Tað verður spennandi at vera menniskja í framtíðini, tá ið kunningarsamfelagið er komið upp at koyra rættiliga og tá ið javnstøðulógin ikki longur er neyðug. Men vit koma ikki uttan um, at í dag er hon neyðug, tí samfelagið er so primitivt. Hugburðurin hjá fólki forðar fyri, at vit fáa javnstøðu. Vit hava við vilja skapt trupulleikar, borið so í bandi, at tað at fáa sær børn er ein trupulleiki og annars alt tað sum er inniligt. Tað er skrætt burtur úr gerandisdegnum.

Hvør hevur skrætt tað burtur?

- Tey ráðandi á arbeiðsmarknaðinum.

Hóast kvinnur sita í nógvum leiðandi størvum í dag, valda framvegis fordómar mótvegis kvinnum, ið tora at taka ábyrgd, heldur Ingvør Nolsøe.

- Vit eru í holt við eina nýggja vinnu í Føroyum, nevniliga oljuvinnuna og har eri eg komin uppí. Eg setti spurnartekin við, hvørjir møguleikar liggja í vinnuni, hvussu vit fáa sum mest burtur úr. Tað endaði so við, at ein dagin stóðu tveir menn á gólvinum hjá mær, ein skoti og ein amerikanari, og heitti á meg um at skipa fyri eini oljuráðstevnu. Síðani hevur hetta verið ein partur av arbeiðinum hjá Stephanssons Húsi.

- Í dag kemur tað fyri, at onnur konufólk sita á fundi í slíkum høpi. Og eg sigi við tær, at eg eri glað fyri at síggja tær. Annars eri eg altíð einsamøll, tí vit eru so øgiliga fáar kvinnur, sum reka sjálvstøðuga vinnu. Og tær fáu, sum eru, halda seg tíverri burtur frá fundum og felagslívi, sigur Ingvør Nolsøe.


At tora at nerta við kenslur

Um tað er týdningarmikið fyri kvinnur at vera virknar á arbeiðsplássinum fyri sjálvsálitið, sigur Ingvør Nolsøe.

- Mítt arbeiði er mín lívsstílur. Eg eri so heppin, tí eg arbeiði við tí mær dámar so væl. Eg havi aldri gjørt annað í mínum vaksna lívi. Tað er hent so øgiliga nógv á hesum økinum seinastu árini, og tí er tað ógvuliga spell, at so fá fólk útbúgva seg innan okkara arbeiði.

- Tað er ómetaliga týdningarmikið at kvinnur eru virknar á arbeiðsmarknaðinum. Bæði tey kvinnuligu og tey mannligu virðini eru týdningarmikil. Á okkara arbeiðsplássi dyrka vit ójavnarnar, vit trola eftir teimum, vit spæla rollurnar yvir fyri hvør øðrum og mangan rúka og fúka tey stóru orðini tvørtur um borðið. Alt er loyvt.

- Eg royni ikki at káva út yvir kvinnuligu eyðkennini. Heldur tvørtur ímóti, royni eg at vera so erlig yvir fyri mær sjálvari, yvir fyri mínum lívi og medmenniskjum, sum eg yvirhøvur orki og kann. Ikki minst tí, at alt mítt arbeiði krevur tað. Eg kann ikki verða ein annar persónur enn eg eri. Eg má vera ektað, annars fái eg einki av skafti. Eg má tora at røra við kenslur, men fólk ræðast meg og halda meg vera ræðuliga mangan. Tí eg raki tey, men eg særi ikki fólk við vilja. Arbeiðið hjá okkum ger, at vit eru rættilig snúin og sniðfundig. Vit eru so von við at vera so kontant, at skjóta ígjøgnum og kanska særir tú fólk við at vera so. Men hvussu kunnu vit annars koma inn til tað ektaða og erliga. Vit eiga ikki at síggja tað at nerta við kenslur og fordómar sum ein trupulleika, men heldur sum ein møguleika.

- Eg skilji ikki altíð tað menn siga, eg misskilji teir ofta. Hinvegin skilji eg tað konufólk siga. Kvinnur og menn tosa ikki sama mál. Tað nýtist ikki at vera nakað negativt, men heldur ein avbjóðing. Tað gevur í øllum førum einum arbeiðsplássi nógv um báðar síðurnar koma við og koma inn í tilvitið hjá hvør øðrum. Tað er tvætl at siga, at eingin munur er á kvinnu og manni, sigur Ingvør Nolsøe.


Formað meg sum menniskja

Sum ein av stigtakarunum til kvinnufylkingina á sinni hevur Ingvør Nolsøe stóra virðing fyri kvinnurørsluni og tí hon stendur fyri.

- Kvinnurørslan hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri meg, hon hevur givið mær áræðið, sum eg hevði, tá ið eg byrjaði mítt virki. Hon er ein grasrótsrørsla, sum ikki hevur sæð sín líka. Alt vit fingu av skafti var ótrúligt.

- Tá ið eg kom aftur til Føroya fyri meiri enn 20 árum síðani sá eg eina lýsing í bløðunum, har tað stóð, at nøkur konufólk fóru at stovna eina fylking. Tá ið eg búði niðri var eg virkin í tí kvinnupolitiska, hevði ikki altíð so góðar stundir til at vera við, men eg royndi, og tí var tað heilt natúrligt at fara upp í kvinnupolitiskt arbeiði í Føroyum. Eg kendi ongan, tá ið eg kom heim, eg var totalt fremmand og viltist í havnargøtum.

- Kvinnurørslan hevur formað meg til tað eg eri í dag. Eg eri kanska eitt djúpari menniskja í dag, eg hugsi meg meiri um og havi áræði og sjálválit.

- Kvinnurørslan ger ikki vart við seg í dag sum fyrr og tá ið kreppan kom í 92 sóknaðist eg eftir henni. Nú skulu vit út í fullveldi, og eg eri vónbrotin av, at kvinnurørslan ikki hevur størri áhuga fyri tí, ið gongur fyri seg. Ein franskur heimspekingur ákærir kvinnurørsluna fyri at hava svikið alheimspolitiskt, og hann hevur partvís rætt.

- Nýggja ættarliðið av kvinnum hevur ikki tikið við kvinnurørsluni, men tað er ikki orsøkin til, at hon er so lítið úti um seg, tí vit sum byrjaðu eru framvegis í góðum árum. Eg trúgvi, at kvinnurørslan er við í samfelagsorðaskiftinum, ikki longur sum ein grasrótsrørsla, men heldur sum einstaklingar. Vit eru alla tíðina har og ávirka gongdina í samfelagnum so ella so, sigur Ingvør Nolsøe at enda í viðtali.


-------------------------------


Prát við kvinnur í leiðandi størvum

Hetta er triðja samrøðan í greinarøð, har vit tosa við kvinnur í leiðandi størvum um javnstøðu, um hvussu ein sameinar arbeiði og familjulív, karrierumøguleikar og fordómar ímóti kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Næsta samrøðan verður í blaðnum leygardagin 9. januar við Jóhannu Vang, sølustjóra á Kósini í Klaksvík.