Eg dugi ikki einki at gera

Fyrrverandi skúlalærarin Bjarni Holm keðir seg ikki, hóast hann er farin frá fyri aldur. Hann hevur ov mikið at takast við, og sum hann sjálvur sigur, so dugir hann ikki einki at gera

Inni í handilinum hjá Andriasi í Vágsbotni hitta vit fyrrverandi læraran Bjarna Holm. Sjálvur stendur Bjarni uttanfyri diskin og prátar, og innan fyri diskin stendur konan, Jóna, sum saman við trimum systkjum hjá sær eigur gamla handilin.

Hvat fært tú dagarnar at ganga við?
 Tað er er ringt at vita, hvat eg ikki geri. Tað hevur altíð ligið til mín, at eg dugi ikki einki at gera, so eg havi nokk um oyruni.

Hevur tú altíð verið lærari?
 Eg vaks upp hjá ommuni og abbanum á Tvøroyri, tí eg misti pápan sum fimm ára gamal. Hann doyði umborð á Cheerful, sum var fyrsta skipið, ið fór av minu undir seinna veraldarbardaga. Omman vildi hava, at eg fór at læra til lærara, hóast eg sjálvur hevði bestan hug til okkurt handaligt. Eg arbeiddi tó í kolanáminum í Hvalba í eina tíð, áðrenn eg fór til Havnar á skúla.

Hvørjum vilt tú heilsa?
 Eg kann heilsa guðsoninum, løgmanni. Eg havi fleiri ferðir sagt við hann, at tað nyttar einki at tosa um visjón 2015, fyrr enn man hevur broytt hugburðin í fólki, men eg veit ikki, um hann lurtar eftir mær.