- Eg elski jólini soleiðis sum tey eru

- Eg veit, hvat eg skal keypa, og hvussu nógv tað skal kosta. So, fyri meg eru jólini tey somu sum altíð, sigur Jeanne Leosdóttir Holm.

Hvat dámar tær hesa tíðina av árinum, nú jólini eru nær? 

 

- Eg havi altíð elskað hesa tíðina. Jólini nærkast, og húsini eru pyntaði, bæði inni og úti. Hvussu kann man ikki elska løturnar við jólatónleki í útvarpinum og hugnaligum løtum saman við familjuni, spyr Jeanne Leosdóttir Holm, sum býr í Hirtshals.

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – við pynting, baking og mati? 

 

- Í ár byrjaði eg kanska í so tíðliga at pynta, men eg elski jól og byrji ofta at pynta umleið 10 november. Eg baki nakrar smákakur, og jóladøgurðiun er longu keyptur. So vit eru klár, lat so bara jólini koma.

 

##med2##

 

Keypir tú jólagávur, og eru onkrar longu komnar í hús?

 

- Í ár gjørdu vit ein dagstúr til Hjørring, har vit keyptu allar jólagávurnar. Nógvar skuldu sendast heim til Føroya, og tí var týdningarmikið at fáa avgreitt tær sum skjótast.

 

Eru jólini ov handilslig, ella dámar tær jólini, sum tey eru?

 

- Mær dámar jólini, sum tey eru. Men eg lati meg ikki freista av øllum reklamum og øðrum. Eg veit, hvat eg skal keypa, og hvussu nógv tað skal kosta. So, fyri meg eru jólini tey somu sum altíð, sigur Jeanne Leosdóttir Holm.

 

Jeanne og Mikkjal.