- Eg eri ovfarin av avgerðini hjá ákæruvaldinum um ikki at taka málið móti Sjúrði Højgaard upp.
Tað sigur fuglafjarðarprestur, Anne Mette Greve Klemensen, í stuttari viðmerking við Portalin, nú Linda Hesselberg hevur gjørt greitt, at grundarlag ikki er fyri at reisa ákæru móti víðgongda prædikumanninum.
- Eg fekk boðini í síðstu viku, og eg má siga, at eg gjørdist ovfarin. Møguleiki er at kæra avgerðina, men tað ætli eg mær ikki at gera.
Anne Mette Greve Klemensen sigur, at tá hon gjørdi av at melda Sjúrð Højgaard til løgregluna, hugsaði hon ikki um nakra ávísa sekt til mannin.
- Eg tók mína avgerð, tí eg kendi meg hótta og niðurgjørda av prædikumanninum.
Spurd, um hon bæði kendi seg og børnini hótt, sigur hon, at tað gjørdi hon.
- Eg metti, at prædikumaðurin við so víðgongdum vendingum legði eftir mær og børnum okkara, at eg ikki kundi lata útsagnirnar fara aftur við borðinum. Tí gjørdi eg av at melda Sjúrð Højgaard til løgregluna, sigur Anne Mette Greve Klemensen.
Fuglafjarðarprestur og maður hennara, sum er Leif Hansen, ættaður úr Nólsoy, eiga tvey børn, gentu sum er átta og drong, sum er seks ár.
.