Hvussu leingi hevur tú arbeitt sum landmálsteknikari?
- Eg havi arbeitt sum slíkur í 20 ár. Hjá Munin er talan um eitt rættiliga fjølbroytt arbeiði, har vit m.a. gera uppmátingar og avsetingar og framleiða 3D-myndlar út frá lendisdáta kring alt landið.
Hvat er serstakt við tínum arbeiði?
- Hetta er eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiði. Tað er spennandi, tí ein allatíðina arbeiðir við nýggjari tøkni. Hinvegin so er ein nógv úti og arbeiðir, og her fái eg fríska luft og møti nógvum fólki
Hvat ger tú í frítíðini?
- Eg hugni mær saman við familjuni. Mær dámar eisini væl at ganga túrar og njóta náttúruna.
Hevur tú verið uttanlands í summar?
- Nei, ikki enn. Men vit fara fríggjadagin til Danmarkar.
Hvørjum vilt tú heilsa?
- Eg vil fegin heilsa familju, vinum og kenningum.