Prát
Í morgin, týsdagin 12. juli, fyllir eitt kent andlit í Fuglafirði, 75 ár. Maðurin er Jákup Oluf Joensen, sum starvaðist á Havsbrún í Fuglafirði í samfull 38 ár. Hann byrjaði á virkinum longu árið eftir, at Havsbrún tók ímóti fyrstu lastini, og hevur verið í starvi á virkinum heilt fram til fyri einum ári síðan.
- Eg byrjaði á virkinum, 18. juni í 1967 og ynskti at gevast, 18. juni í 2005 ella júst 38 ár seinni, sigur fuglfirðingurin, sum hevur verið umsjónarmaður á Havsbrún ein hálvan mansaldur.
Lívsstarvið
Við uppgávuni sum umsjónarmaður, hevur Jákup Oluf verið andlitið hjá virkinum úteftir mótvegis teimum mongu skipum, sum ígjøgnum árini hava lagt sína veiði upp í Fuglafirði.
- Eg byrjaði við turkirnar, sum turkaðu mjøl, tá ið eg kom inn á virkið at arbeiða, og hetta arbeiði hevði eg tey fyrstu árini. Síðan bleiv eg biðin um at taka arbeiði úti á bryggjuni og hava við allar bátarnar, sum landaðu til virkið, at gera. Hetta gjørdist mítt lívsstarv.
Hann heldur, at eini 12 fólk arbeiddu á Havsbrún, tá ið hann byrjaði á virkinum.
- Tá var framleiðslan ikki so automatiserað, sum hon er í dag. Alt fór upp í sekkir, sum skuldu stáplast, og hetta gjørdu vit í fleiri ár.
Jákup Oluf sigur, at í arbeiðnum at skipa fyri landingartørni hjá skipunum, samskifti hann við virkisleiðaran, sum var Heri Jøkladal.
- Eg arbeiddi undir honum øll árini, men okkurt skifti var hann burtur í farloyvi, eitt nú í Grønlandi, har verfaðir hansara búði, men so kom hann aftur. Vit høvdu eitt ógvuliga gott samstarv øll árini, vit arbeiddu saman.
Heri gavst á Havsbrún nakað, áðrenn Jákup Oluf gavst.
Altíð tøkur
- Tá ið skip ringdu um landing í vanligari arbeiðstíð, tóku skrivstovufólkini telefonina og stillaðu um til mín, men tá ið skrivstovutíðin var av, var umstilling á mína telefon. Eg hevði soleiðis telefonina opna, eisini tá ið eg var við hús, dag sum nátt.
Hann sigur, at tá ið skip ringdu, var uppgávan hjá honum at fáa at vita, hvussu gekst á verksmiðjuni og hvussu nógv var í tangunum. Tá ið hann visti, hvussu stóð til á verksmiðjuni, kundi hann siga skipunum, nær tey kundu sleppa framat at landa.
- Tá ið vit ikki megnaðu at taka ímóti, tí ov nógvur fiskur var, noyddust vit at biðja skipini fara aðrastaðni við fiskinum. Vit royndu tó at skipa so fyri, at tað ikki altíð vóru tey somu skipini, sum noyddust av landinum.
Jákup Oluf sigur, at samskiftið við skipini gekst væl, og skiparar hava verið stak góðir at hava við at gera.
Avstað aftur
- Treyðugt so, at ikki onkur hending er at minnast aftur á. Tað kom fyri, at eg noyddist at senda skip avstað aftur, tí fiskurin var ónýtiligur og tá var ikki gott at vera Jákup Oluf, sum fryntligi fuglfirðingurin tekur til.
Skipið noyddist tá at fara útaftur og stoyta fiskin í havið aftur.
Jákup Oluf sigur, at tað var tann tíð, tá ið fiskurin var ringur. Skipini høvdu onga køling, og tey høvdu heldur ongan ís.
- Ídnaðarbátarnir, sum royndu í Norðsjónum, komu viðhvørt í ta støðu, at fiskurin gjørdist ov gamal. Teir kundu fiska í eitt samdøgur og fáa 40 tons. Síðan kom illveður, og teir noyddust til lands í Hetlandi ella aðrastaðni. Tá ið veðrið blíðkaði, fóru teir útaftur og fiskaðu eini 100 tons aftrat, so skipið var fult. Tá ið hesir bátar komu á Fuglafjørð, kundi fiskurin vera rættiliga gamal og oyðilagdur.
Góður fiskur
Hann sigur, at við ísvirkinum, sum Havsbrún læt byggja, gjørdist fiskurin nógv betur, men tá kundu tørnini hjá honum sum umsjónarmanni eisini gerast rættiliga long, tí nú skuldi hann eisini lata skipunum ís.
Í sínum starvi sum umsjónarmaður, leveraði Jákup Oluf skipunum eini 20.000 tons av ísi um árið.
- Tað var ein hending ikki so nógv ár herfyri, at ein íslendskur bátur, sum hevði eini 500 tons inni, royndi at "snýta" meg. Í tanganum var tað bera gass og eingin ilt. Eingin maður kundi fara niður. Tá spurdi skiparin, sum annars var ein ógvuliga fryntligur maður, um teir ikki kundu landa sjálvir. Men her noyddist eg at vera avgjørdur og siga, at teir í hvussu er ikki kundu fáa amboðini hjá Havsbrún til landingina.
Jákup Oluf fekk umsíður burtur úr skiparanum, at tann elsti fiskurin tá var einar 18 dagar gamalur.
- Skipið fór avstað aftur og noyddist at pumpa allan fiskin í havið aftur, sigur hann.
Hann sigur, at tað er sonevnda TVN-góðskan, sum hann mátaði, tá ið metast skuldi um dygdina á fiskinum.
- Var TVN-góðskan ov høg, var ov nógv rot í fiskinum, leggur hann aftrat.
Nútímans virki
Nú hevur Havsbrún heilt onnur og framkomnari amboð til mátingar av dygdini á fiskinum. Tí er ikki longur neyðugt at ganga umborð á skipini og hyggja. Áður tendraðu teir eitt stearisljós í lastini. Sløknaði ljósið, var eingin ilt eftir.
- Amboðini eru nú so framkomin, at dygdin á fiskinum verður mátað á sjálvari vektini so hvørt, sum fiskurin verður vigaður, sigur Jákup Oluf.
Umsjónarmaðurin á Havsbrún gjøgnum øll hesi mongu ár leggur stóran dent á, at dygdin á fiskinum, sum virkið keypir í dag, er sera góð.
Hann vísir á, at bæði svartkjafturin, lodnan, sildin og makrelurin, sum virkið keypir, eru góð, og stundum er lodnan so fesk, at teir noyðast at "goyma" hana í tangum, áðrenn hon fer til framleiðslu.
- Virkið er nógv útbygt gjøgnum fleiri ár, og í dag kunnu 2.000 tons fara gjøgnum maskinurnar um døgnið. Fólk sita við teldum, og øll arbeiðsgongdin er nógv lættari, effektivari og betur. Hetta er ein heilt onnur verð, enn tá ið eg byrjaði, leggur hann aftrat.
Dugnalig leiðsla
Jákup Oluf Joensen er ógvuliga fegin um, at Havsbrún er eitt virkið, sum gongur ógvuliga væl, og hann heldur, at fóðurdeildin á Havsbrún man vera tann flottasta í heiminum, sum hann tekur til.
Tey 38 árini, fryntligi fuglfirðingurin arbeiddi á Havsbrún, hevur hann arbeitt undir fleiri stjórum, og hann hevur alt gott at bera bæði høgum og lágum, sum hann hevur starvast saman við øll árini.
- Fyrstu stjórarnir vóru Esmar Fuglø og Difleif Eldevig, síðan kom Andreas Lava Olsen, sum í fleiri ár rak virksemið saman við Ditleifi.
Hann sigur, at Bergur Poulsen, sum hevur verið andlitið hjá Havsbrún úteftir seinastu 20 árini, hevur eins og undanfarnu stjórar verið ógvuliga dugnaligur.
- Øll, sum eg havi starvast saman við á virkinum, hava verið ógvuliga fitt og fryntlig fólk, og eg havi alt gott at bera teimum øllum.
Fylgir væl við
Hóast Jákup Oluf Joensen endaliga gavst at arbeiða á Havsbrún fyri góðum ári síðan, fylgir hann væl við øllum, sum gongur fyri seg við bryggjukantin.
Kona hansara, Rosmunda, sigur, meðan vit práta, at tað kemur ikki eitt skip inn um Ennið, at Jákup Oluf ikki fer eftir kikaranum og vil hava at vita, hvat skip talan er um.
- Eg koyri framvegis nógvar túrar norður á bryggjuna og hyggi, hvat gongur fyri seg, og av og á detti eg inn á gólvið til ein kaffimunn.
Jákup Oluf sigur, at hann kennir ikki øll tey ungu, sum eru á virkinum í dag, men hann ivast onga løtu í, at tað eru dugnalig fólk, sum tey tilkomnu og eldru á virkinum hava fingið aftrat sær, sum tíðin er liðin.
- Øll hava trivist væl á Havsbrún, og tað er orsøkin til, at fólk eru vorðin so "gomul" í starvi á virkinum. Haraftrat hevur leiðslan havt tann hugburð, at eingin verður sagdur úr starvi fyri aldur. Hetta haldi eg er ógvuliga gott fyri tey, sum hava tænt fyritøkuni leingi og eru komin nakað upp í árini.
Í góðum hondum
Hann sigur, at hann hevur fult álit á, at tann leiðsla, sum virkið hevur í dag og tey starvsfólk, sum leiðslan hevur aftrat sær, fara at megna at ganga framtíðini á møti.
- Tey, sum standa við ábyrgdini á virkinum, eru ung og dugnalig fólk við góðum útbúgvingum og drúgvum royndum á sínum øki. Jú, eg haldi, at framtíðin hjá Havsbrún er í góðum hondum, sigur Jákup Oluf Joensen.
Í blaðnum í morgin fara vit at práta við Jákup Oluf Joensen um tíðina, hann var til skips, og onkur søga verður um tíðina, hann fekst við annað arbeiði.
Kanska verður okkurt meira um tíðina hjá honum á Havsbrún í Fuglafirði.
Meðan vit hava prátað í hugnaliga heiminum hjá Jákup Olufi og Rosmundu á Mørkini í Fuglafirði, hevur hon forsýnað okkum so væl, bæði við kaffi og góðum køkum.