- Hetta havi eg glett meg til!
Tað segði Margretha, drotning á bryggjuni á Tvøroyri, nú beint áðrenn hon fór umborð aftur á kongaskipið, Dannebrog, at hvíla seg áðrenn veitsludøgverðan á Tvøroyri í kvøld.
Á veg í land av Thorshavn, har hon hevði verið umborð og hugt, fingu fjølmiðlarnir eitt lítið orð á drotningina, har hon segði, at hon hevði glett seg til at koma til Føroya. Serliga eftir at ferðin í fjør varð avlýst við tað, at fólkatingsval varð útskrivað mitt í øllum.
Men nú var hon her, og tað var deiligt at vera her. Ikki minst fegnaðist hon um at vera á Tvøroyri, her hon heldur ikki var, seinast hon var her.
Hon ásannaði, at tað var ein løgin kensla at ganga eftir landgongini á Dannebrog, einsamøll, uttan at Heindrikkur, prinsur var við. Hetta er fyrstu ferð, hon er í Føroyum einsamøll, men hon vónaði, at tað fer at liggja fyri hjá familjuni at koma einaferð, ella fleiri ferðir í framtíðini.
- Men tað, sum hevur týdning, er at tað ber til at koma, og tað njóti, segði segði drotningin.
Men sjálv væntaði hon ikki, at hon fer at hava ommubørnuni við sær higar, tí hon heldur, at tað er nokk betri, at tey koma higar foreldrunum.
Hon vísti á, at hom hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður, so sumt av tí, hon hevur sæð, hevur hon sæð áður, men at tað er spennandi at síggja, hvussu samfelagið mentist.
Niðanfyri eru fleiri myndir av drotningavitjanini í Suðuroy í dag.