Samgonga kemur vanliga upp á pláss áðrenn freistin er úti

Bara einaferð er at ikki eydnast at skipa samgongu, áðrenn freistin frá løgtingsforfólkinum er farin

Beinir Johannesen hevur – tá hesin samráðingardagurin er farin – tríggjar dagar eftir, til freistin, hann fekk frá løgtingsforkvinnuni gongur út næsta fríggjadag. Samráðingar verða ikki á páskum, men verða tiknar uppaftur týsdagin, segði Beinir Johannesen við in.fo í morgun.

Tað er hepnast á hvørjum vali síðani nýggju skipaninia frá 1998, uttan í 2002, at skipa nýggja samgongu, áðrenn frestin frá løgtingsforfólkinum er gingin út. 

Hesaferð varð løgtingsvalið skrivað út fyri tíð, av tí at løgmaður vildi sleppa undan, at lógaruppskotið um at hækka pensjónsaldurin, varð samtykt í Løgtinginum.

Hetta var fjúrtanda samgonguslitið, síðani fyrsta samgongan í Føroyum skrædnaði í 1980. 

Síðani vit fingu nýggju stýrisskipanina í 1996 hava vit havt níggju løgtingsval. Tríggjar ferðir hevur løgtingið sitið í eitt heilt valskeið. Tað var frá 1998 til 2002, 2004 til 2008, og frá 2015 til 2019. 

Fimm ferðir hava samgongur kastað handklæðið og skrivað út nýval: 2004, 2011, 2015, 2022 og 2026. Ein samgonga legði frá sær í 2008, tað var samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin. Tá varð nýggja samonga skipað, uttan at løgtingsval varð útskrivað, millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin.

Um samgonga er skipað áðrenn fríggjadagin í næstu viku, so verður tingfundur annaðhvørt fríggjadagin ella í seinasta lagi mánadagin 13. apríl, sum er seinasta freist hjá nýggja Løgtinginum at koma saman. Á tí tingfundinum skal løgtingið skipast og nýtt løgtingsforfólk veljast. Men á tí fundinum verður eisini løgmaður valdur, um samráðingarnar eru komnar á mál. Annars kann tað bíða til ein seinni fund og nýggja freist frá løgtingsforkvinnuni.