Eg havi tapt

?Eg noyðist at atkvøða fyri kommunusamanlegging, sigur Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík, sum ætlar at taka seg úr kommunupolitikki, tá ið hetta skeiðið er runnið

Kommunusamanlegging

?Eg má bara viðurkenna, at eg havi tapt.
Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík, fer at atkvøða fyri kommunusamanlegging, tá ið fólkaatkvøða verður í næstum í seks kommunum í Norðstreymoy og Norðureysturoy um at leggja saman.
Jógvan Mørkøre hevur altíð verið ímóti kommunusamanlegging. Men hann sigur, at sum tíðirnar eru broyttar er onki at gera, uttan at leggja saman.
Men spurningurin er, um hósvíkingar eru samdir við honum.
Týskvøldið var borgarafundur í Hósvík, har borgarstjórin legði ætlaninar fram, sum seks bygdaráð í Norðurstreymoy og Norðureysturoy hava gjørt um at leggja kommunurnar saman.
Hesar seks kommunurnar settu nakað síðani ein arbeiðsbólk at gera eina meting av fyrimunum og vansum við kommunusamanlegging

Helvt um helvt
Jógvan Mørkøre sigur, at eini 80 vóru á fundi í Hósvík.
Hann sigur, at sum hann dugdi at meta av fundinum er Hósvík at kalla farið í tvíningar, tí hann heldur at umleið helvtin av fundarfólkinum, var fyri at leggja saman og hin helvtin var ímóti.
Sjálvur heldur Jógvan Mørkøre at tað einasta rætta er at leggja saman.
?Kommunuálitið hevur til endamáls at fáa kommunur at leggja saman og tað sær út sum um landsstýrið fylgir tí álitinum nágreiniliga.
? Eitt nú er ætlanin at leggja nógv øki undir kommunurnar at umsita, sum Landið nú umsitur.
? Eg havi altíð verið ímóti at leggja saman. Eg havi altíð sæð fyri mær, at kommunurnar kundu samstarvs um tey øki, sum skulu leggjast undir kommunurnar, men at gamla mynstrið við smærri kommunum, við hvør sínum bygdaráð, kundi varðveitast.
?Men tað ber ikki til. Tí havi eg broytt meining og sostatt fari eg at atkvøða fyri kommunusamanlegging, sigur Jógvan Mørkøre.
? Tað er ikki fýri megt sjálvan, at eg havi skift støðu. Tað er fyri framtíðina og tey, sum yngru eru. Tað nyttar ikki at siga nei, bara fyri at vera tvørur.
Jógvan Mørkøre sigur annars, at í løtuni hevur hann gjørt upp við seg sjálvan, at hann gevst í kommunupolitikki, tá ið hetta skeiðið er runnið.
? Eg havi sitið tríggjar setir. Skal eg stilla uppaftur, skal eg fáa rættiliga sterkar áheitanir um tað, leggur hann afturat.

Áki Bertholdsen

Sí eisini fleiri aðrar greinar um kommunusamanleggingina í Norðurstreymoy og Norðureysturoy.