Eg kann ikki geva boð um at bróta lógina

Vildu tingmenn úr Vágum og Norðoyggjum havt bummgjaldið burtur, hava teir havt ríkiligt av møguleikum til at gera tað sjálvur

- Hetta er so einfalt: Lógin um undirsjóvartunlar er framvegis í gildi. Og eg kann ikki geva boð um a bróta hana.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Politikarar, og onnur, í Vágum og í Norðoyggjum, streingja á, at gera tað ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, tá ið lánini eru afturgoldin.

 

Vágatunnilin er skuldarfríur og nú verður strongt á at fáa bummgjaldið avtikið. Men tað tekur Henrik Old ikki undir við. Hann heldur, at tað er nógv tryggari fyri tunlarnar, at teir eru í einum partafelag, sum krevur pengar inn til røkt og ábøtur.

 

Hin møguleikin er at leggja tunlarnar undir Landsverk, men játtanin til Landsverk til ábøtur og hald, bara minkar, og landsstýrismaðurin stúrir fyri, at tunlarnir fara at fella í órøkt undir Landsverki.

 

Henrik Old vísir á, at í lógini um Vágatunnilin stendur, at tá ið útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, verður hann avhendaður landinum til ognar, ókeypis.

 

- Hettar er rímiliga greitt. Men fyri at ongin ivi skal verða um, hvat útveganarkostnaður inniber, sker Løgtingið út í papp, hvat meint verður við, tí tað stendur, at "Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu  byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at hesum atkvøddu tingmenninir í Vágum

 

- Tá var Jørgin Niclasen landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og í undanfarnu samgon gu var hann landsstýrismaður í samferðslumálum/tunnilsmálum, staðfestir Henrik Old.

 

Hann vísir á, at í september 2013, staðfestir táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, at hansara samgonga hevur ikki ætlan um at avtaka lógina í næstum.

 

- Ei heldur er ætlanin at broyta hana, og eftir lógini skal útveganarkostnaðurin gjaldast aftur, bæði tann parturin, sum er figgjaður við eginpeningi, og tann parturin, sum er fíggjaður við láni.

 

- Tann lógin, sum fyrrverandi løgmaður sipar til, er framvegis í gildi, og kann eg sjálvandi Ikki geva boð um ikki at fylgja henni. So einfalt er tað, sigur Henrik Old.

 

Henrik Old sigur, at ætlaðu politikarar úr Vágum og Norðoyggjum ikki, at hettar skuldi vera galdandi, skilir hann ikki, hví teir atkvøður fyri tí.

 

- Ein annar møguleiki var at seta í lógina, nær hon skuldi fara úr gildi. Tað vóru eisini aðrir møguleikar at avmarka lógina, men ongir av teimum møguleikunum vórðu brúktir, staðfestir Henrik Old.