Eg má tola kritikk

- Tað er natúrligt, at fólk taka støðu til eitt felag, sum er so sentralt í samfelagnum, sum okkara flogfelag er. Og í hesum starvinum mást tú tola kritikk. Soleiðis sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sum hesa vikuna fyllir 25 ár

Síðani 1995 hevur Magni Arge sitið í stjórasessinum í einasta føroyska flogfelagnum, Atlantic Airways. Hósdagin tann 28. mars kann felagið hátíðarhalda sín 25 ára føðingardag.

Fleiri týdningarmiklar broytingar og stórar hendingar hava verið hesi 25 árini, Atlantic Airways hevur flogið føroyingar út um landoddarnar.

- Eitt stórt stig fyri felagið var uttan iva, tá vit tvífaldaðu flotan í ár 2000, tá vit fingu okkara næsta flogfar. Eisini tá vit tóku upp leiting og bjarging, var tað rættiliga stórt. Men størsta løtan fyri felagið var, tá vit fingu airbussin. Tað var nakað heilt serligt, sigur Magni Arge.


Má tola kritikk

Sum stjóri í einum felag, sum tey flestu hava eina meining um, slepst ikki undan eisini at fáa atfinningar. Men tað er ikki nakað, sum darvar náttarsvøvnin hjá flogfelagstjóranum.

- Eg má tola at fáa kritikk. Tað er ein partur av arbeiðinum, og nakað eg má taka við. So leingi eg havi góða samvitsku við tí, eg geri og avrikið hjá felagnum, havi eg tað gott, sigur Magni Arge, sum tó eisini sigur seg kunna blíva beinleiðis keddan, tá fólk siga ósatt um hann sum stjóra ella felagið.

- Eg kann gott blíva keddur, tá okkurt órættvíst verður sagt. Øll skilja ikki altíð, at vit sum eitthvørt annað felag mugu hava samanhang millum inntøkur og útreiðslur, greiðir Magni Arge frá.

At fólk javnan finnast at ferðaseðlaprísinum og hava hug til at kjakast hesar prísirnar og felagið sum heild, heldur flogfelagstjórin vera einki minni enn natúrligt.

- Eg skilji tað væl. Býrt tú í einum oyggjasamfelag, hava tey flestu brúk fyri at koma eitt sindur burtur, síggja onnur ting og fáa fríska luft so at siga. Sjálvur haldi eg, at øll skuldu sloppið út í heim minst tvær ferðir um árið. Tað hevði verið sunt fyri fólkasálina, sigur Magni Arge, sum vísir á, at prísirnir á flogferðaseðlunum, sum fólk javnan finnast at, ikki fáa verið nógv øðrvísi, enn teir eru.

- Sum heild haldi eg, at vit levera eina góða vøru. Tað, sum kann órógva meg, er, tá fólk byrja at kjakast um ferðaseðlaprísir uttan at seta tað upp ímóti nøkrum og uttan vita, hvussu tað heila hongur saman.


Stórtrívist sum stjóri

At vera stjóri í Atlantic Airways merkir eisini, at tú ert ein almennur persónur. Ein leiklutur, sum Magni Arge ikki hugsar stórvegis um.

- Tað er ikki nakað eg hugsi um, tí eg havi verið ein almennur persónur í nógv ár eftirhondini. Eg kom jú frá fjølmiðlaverðina, har tú heldur ikki ert ókendur. Eg haldi, at tú venur teg við at vera eitt kent andlit, men eg vil siga, at við árunum verður tú mini áhugaður í at vera tað, sigur Magni Arge.

Ikki er óvanligt, at fólk, hann annars ikki kennir, seta seg í samband við seg.

- Nú samskifti eg dagliga við rættiliga nógv fólk, og hóast fólk venda sær til mín um bæði eitt og annað, ið viðvíkur Atlantsflogi, so kenni eg tað ikki, sum at nógvur ófriður er á dagliga og privat, fortelur Magni Arge, sum tó sigur tað vera løtur, har hann ikki er so áhugaður í at práta og kjakast um evni, sum snúgva seg um flogfelagið.

- Viðhvørt tá eg eri í onkrari veitslu ella stórum føðingadegi koma fólk yvir til mín, og tað er ikki altíð, at tú hevur hug til at luttaka í einum kjaki júst tá. Hinvegin tá fólk koma til mín og bera fram síni sjónarmið, fái eg møguleika fyri at greiða teimum frá, hví tingini eru, sum tey eru. Tað er partur av mínum arbeiði og í ein ávísan mun eisini mín uppgáva at kunna fólk um felagið.


Setir høg krøv

Starvið sum stjóri í Atlantic Airways fer við nógvari tíð og orku, og fyri stjóran telur ein vanlig arbeiðsvika sum oftast millum 70 og 80 arbeiðstímar.

- Hetta er ivaleyst eitt tað mest spennandi starvið, sum eg kann ímynda mær í Føroyum. Vit skapa týdningarmiklar umstøður, arbeiða internationalt og lokalt, og so skapa vit arbeiðspláss her heima, sum ikki eru tengd at fiskivinnu, sigur Magni Arge og vísir á, at felagið skapar eini 172 ársverk í Føroyum.

Høg krøv verða sett til flogferðslu, og Magni Arge setur eisini høg krøv til síni starvsfólk.

- Tað geri eg, tí krøvini rundan um okkum eru høg. Skulu vit røkja okkara uppgávu sum flogfelag til fulnar, eru vit øll noydd til at liva upp til ávís krøv, sum viðskiftafólkini seta einum flogfelag, sigur Magni Arge og heldur fram:

- Eg síggi meg sum dirigent í einum stórum orkestri. Alt skal spæla saman, fyri at góðir tónar skulu kunnu hoyrast, og soleiðis er eisini við Atlantic. Skulu starvsfólkini í felagnum vera eldhugað, má eg eisini vera tað. Hóast tað til tíðir kunnu verða langir og strævnir dagar, síggi eg tað samstundis sum eitt privilegium at vera stjóri í Atlantic Airways.


Stord rakti djúpt

Tá Magni Arge lítur aftur á tey 25 árini, Atlantic Airways hevur verið til, eru tað fyri tað mesta gleðiligar og positivar upplivingar, ið renna honum til hugs.

Tó er tað ein hending, ið hann vildi ynskt, ongantíð kom fyri. Tann 10. Oktober í 2006 hendi syndarliga flogvanlukkan í Stord í Noregi, har eitt av flogførunum hjá Atlantic Airways fór av breytini. Ein føroysk flogterna doyði í vanlukkuni.

- Tað, sum hendi í Stord, rakti meg ógvuliga meint og ger tað enn. Eg vil siga, at tað er helst tað harðasta, eg havi upplivað, sigur Magni Arge.

Vanlukkan hevði stóra ávirkan alt felagið, og sum stjóri kendi Magni Arge eitt stórt trýst á sær hesa tíðina.

- Øll, sum vóru rundan um felagið, høvdu tað tungt, men tey, sum vóru harðast rakt, vóru tey, sum mistu, sigur Magni Arge. Hendingin er nakað, hann ongantíð kemur yvir.

- Tú kanst ikki gera annað, enn royna at læra teg at liva við tí, sigur Magni Arge og heldur fram:

- Í einum slíkum føri er torført at tosa um nakað gott kom burturúr, men eg hugsi, at líka síðani hava vit meir enn nakrantíð lagt dent á at menna felagið og alt sum er rundan um trygd, og kanska tað er gott. Vit kunnu ikki annað enn at gera alt, vit eru ment, fyri at syrgja fyri at slíkt ikki hendir aftur.


Ræðist ikki kapping

Tíbetur hava tað verið ein yvirvág av góðum upplivingum hesi 25 árini hjá Atlantic Airways. Og tað eru eisini tær løturnar, sum gera, at Magni Arge klárar at handfara truplar og strævnar støður, tá tær íkoma.

- Eg hevði ikki kunna hildið út at siti í stjórasessinum, um eg ikki hevði eina røð av góðum hendingum, sum gera, at eg fái brennievni til at halda fram. Eingin ivi um tað, sigur Magni Arge.

Sum nú er, er flogfelagið aleina um at flúgva ferðafólk til og úr Føroyum, og Magni Arge stúrir ikki fyri, hvat tað fer at gera við felagið, um so er, at eitt lágprísselskap skuldi komið og flogið til Føroya summarmánaðirnar.

- Vit kappast aðrastaðni, so tað er ikki nakað sum er fremmant fyri okkum, vit hava jú eisini roynt at verið í kapping við Maersk og eitt skifti eisini eitt annað føroyskt flogfelag. Eg eri ikki bangin fyri kapping, men síggi tað sum eina avbjóðing sum alt annað, sigur Magni Arge.

Hann dugir tó at síggja, at eitt størri útlendskt felag kann hava ávísar fyrimunir, men heldur at føroyska flogfelagið hevur størsta størsta fyrimunin, tá samanum kemur.

- Vit hava støð í Føroyum, kenna marknaðin og tørvin stak væl. Og so hava vit eisini størstu royndirnar við at flúgva upp á Føroyar, sigur Magni Arge og heldur fram:

- So skuldi tað hent, at okkurt annað felag bjóðar seg fram, taka vit sjálvandi kappingina upp. Eg trívist fínt við kapping.