– Eg ræðist ikki at tapa

Á vøllinum í Fuglafirði hevur hann altíð tosað við stórum orðum, men sum persónur er hann heldur lítillátin. Hann hevur áður lyft ÍF sera óvæntað upp á ovasta tindin í føroyskum fótbólti, men hann ger ikki stórt hóvasták burtur úr sínum úrslitnum. - Stórur partur av lívinum snýr seg um at taka avgerðir. Onkuntíð vinnur tú, og onkuntíð tapir tú, sigur David Jones, bretski venjarin í Fuglafirði

- Eg, sum privatpersónur, eigi ongan heiður úrslitunum hjá ÍF í ár. Hinvegin er talan eina sterka felagseind, har eg bara standi á odda fyri liðnum.

Hann ger tað greitt beinanvegin. Eg kann skjóta ein langan píl eftir at fáa nakað at vita um privatpersónin David Jones. Men hugurin at fortelja um venjaran David Jones er betri.

Tað koma óivað óvart á fleiri fuglfirðingar, tá David Jones varð settur sum venjari hjá Formulaliðnum hjá ÍF í vár. Tí bretin er ikki hvør sum helst í Fuglafirði. Hann er um nakar ímyndin av viðgongd hjá fótbóltsfelagnum í býnum.

David Jones var í 1979 við til at lyfta ÍF á ovastu rók í føroyskum fótbólti, tá fuglfirðingar vunnu sítt higartil einasta føroyameistaraheiti í søgu felagsins. Sum málsøkin og ágrýtin framherji royndist Jones serstakliga væl. Saman við toppskjúttanum Meinhardti Dalbúð, átti hann ein týðandi leiklut í sera óvæntaða FM heitinum.

 

Sissaður við árunum

Tað skert ikki burtur, at tað er ein himmalvíður munur á føroyskur fótbólti anno 1979 og í 2008. Teir skitnu grúsvallirnir kring landið er allir skiftir við nútímans graslíkisvallir.

Meðan føroyskur fótbóltur í nógv ár fyrst og fremst var eitt frítíðarítriv er tað í dag hjá fleiri leikarum eitt arbeiði. Nógvur peningur er blivin partur av fótbóltinum her á landi og leikarar dýkja á við at venja størsta partin av árinum. Men hvør er munurin á fótbóltsleikaranum David Jones í 1979 og venjaranum í 2008?

- Eg eri nógv meira royndur, og mín fatan av spælinum er sjálvandi øðrvísi. Fyri 30 árum síðan var eg í Føroyum av áhuga, og fótbólturin var eitt ítrív. Nú er tað mítt arbeiði. Sinnalagið er eisini broytt við árunum, og eg eri munandi róligari. Sum heild er fótbólturin eisini broyttur nógv. Leikferðin er sjálvandi væl hægri enn hon var í 1979, fortelur hann.

 

Ikki bara kenslur

David Jones hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir, síðan fuglfirðingar vunnu føroyameistaraheitið í 1979. Hann hevur havt samband við ÍF síðan, og umvegis alnótina hevur hann fylgt felagnum gjøllað.

Fuglafjarðar Ítróttarfelag eigur stórt pláss í hjartanum á bretanum, men tað vóru ikki einans kenslurnar sum talaðu, tá hann brádliga fekk tilboð um at loysa av Jón Simonsen í venjarasessinum.

- Eg ivaðist ikki, tá tað stóð mær í boði at venja ÍF. Eg vildi sjálvsagt hjálpa, um tørvur var á tí. Sjálvandi havi eg kenslur fyri ÍF, men tað var eins nógv møguleikarnir í venjarastarvinum, ið fingu meg at taka av, sigur hann.

ÍF fingu undir leiðslu av David Jones eina flúgvandi upp á kappingarárið. Við skjótum og hugflogsríkum spæli fingu uppflytararnir úr Fuglfirði skavað fleiri stig inn undir seg. Seinastu vikurnar hava ikki hilnast eins væl, men ÍF er framvegis yvir niðurflytingarstrikuni.

David Jones hevur áður verið upp á tal sum venjari í Fuglafirði, men uttan at nakað ítøkiligt er spurt burturúr. Stendur tað til bretska venjaran, verður tað neyvan bara í ár, at hann fer at standa við stýrisvølin hjá ÍF. Hann kundi hugsað sær at búð í Føroyum í eitt longri tíðarskeið.

- Tað er sjálvandi ikki upp til mín. Sáttmálin fer úr gildi í oktober, og so fer leiðslan at geva eina meting av úrslitunum og mær. Eru teir áhugaðir, skal eg als ikki vísa aftur, at eg verði í Føroyum aftur komandi kappingarár, staðfestir David Jones.

 

FSF mistók seg

Fuglafjarðar Ítróttarfelag og Bartal Eliasen komu veruliga í andglettin, tá sterki verjuleikarin loysti frá posabandinum í samrøðu við Kringvarp Føroya, og segði sína hjartans meining um dómaran Rúna Gaardbo.

Hann vísti Alexander Jovevic og Balazs Sinkó av vøllinum, tá fuglfirðingar vitjaði í Runavík fyri góðum mánaða síðan, og tað hevði Bartal Eliasen torført við at góðtaka. Niðurstøðan var, at Fótbóltssambandið gav verjuleikaranum tveir dagar leikbann.

Eftir dómin vóru fuglfirðingar tættir sum tunnan. Hvørki leikarar, venjari ella leiðsla høvdu nakra viðmerking. Men David Jones hevur sjálvandi sína hugsan um málið.

- Eg haldi ikki, at FSF bar seg rætt at. Teir kundu givið eina ávaring – um ikki, so hevði ein dystur verið nóg mikið. Men tað skal leggjast aftrat, at fótbóltsleikararnir í dag hjálpa ikki spælinum. Sjónleikur fyllur meira og meira á fótbóltsvøllinum, og dómarar hava tað avgjørt ikki lætt, vísir bretski venjarin á.

 

Ræðist ikki

Tað er einki dulsmál, at David Jones er høgt í metum hjá flestu fuglfirðingum. Hann hevur talað sína søk á vøllinum, og tað merkist væl, at virðingin fyri bretanum er stór í Fuglafirði.

Men David Jones ber als ikki ótta fyri, at hansara umdømi í býnum versnar um hann ikki megnar at røkja uppgávuna sum venjari hja Formulaliðnum á skilagóðan hátt.

- Stórur partur av lívinum snýr seg um at taka avgerðir. Onkuntíð vinnur tú og onkuntíð tapir tú. Eg ræðist ikki at tapa. Felagið hevur sum málsetning at varðveita sætið í deildini, og eg hugsi bara um at loysa ta uppgávuna. Fyrsta stig er at virka fyri, at ÍF fær fasta legu í Formuladeildini, og hesum fara vit at stríðast fyri. Eydnast tað, kunnu vit seta okkum hægri mál, sigur bretin.

-------

David Jones um føroyskan mat

- Eg eti fegin føroyskan mat, um møguleikin er til tað. Mær dámar eisini nógv av tí rættiliga væl. Men skerpikjøt, ræstan fisk og spik fái eg als ikki niðurum.

 

 

 

... um Fuglafjørð

- Ótrúligt pláss. Fólk eru sera vinarlig og fyrikomandi. Fótbóltsprátið er nógv, og tú merkir serliga væl, tá úrslitini ikki eru eftir vild. Hinvegin er lagið altíð gott, um tað gongur væl. Hevur tú eina haldbara orsøk fyri keðiligu gongdina, so eru tey sera skiljandi og taka fegin ein hond í, um tørvur er á tí.

 

... um grindadráp

- Grindadráp er ein gomul føroysk siðvenja. Tá føroyingar hava dripið hval í fleiri hundrað ár, so dugi eg ikki at síggja, hví tað brádliga skal fáa ein enda nú. Eg havi verið vitni til grindadráp tríggjar ferðir, og hóast alt ikki er serligt tespiligt, so er tað stuttligt at síggja

 

 

... um 1979

- Kappingarárið var ótrúligt. Fyri mánaða síðan vitjaði eg í Vestmanna, har eg millum annað hugdi at gomlum myndum frá tíðini. Eg skilji ikki, hvussu vit hava spælt á hasum vallunum og umstøðunum. Men eitt ógloymandi ár í allar mátar.