- Eg síggi pínu í eygunum á Meghan

- Hví skal Meghan ganga klødd, soleiðis sum tey gingu í 1930-unum, spyr pápin, Thomas Markle, sum er stúrin um dóttir sína.

Thomas Markle, pápi til Meghan, sum hin 19. mai giftist Harry, prinsi, er ógvuliga stúrin um dóttir sína, eftir at hon skifti tilveruna sum sjónleikari út við eitt lív sum hertugafrúa av Sussex í bretska kongshúsinum. Pápi hennara heldur seg nevniliga síggja pínu í hennara smíli.

 

Tað sigur hann við The Sun.

 

- Eg síggi pínu í hennara smíli, eygum, andliti, og eg síggi tað í hennara smíli. Eg havi sæð hana smílast í mong ár, og mær dámar ikki tað, eg síggi nú, sigur Thomas Markle. Hann leggur aftrat, at kanska er hetta tí, at Meghan hevur havt nakrar keðiligar dagar, men hann er stórliga í iva um, hvørt dottirin megnar trýstið, eftir at hon er vorðin partur av kongaligu familjuni.

 

- Eg trúgvi, at hon er fyri ógvuliga stórum trýsti, og tað er eftir mínum tykki ein ógvuliga høgur prísur at gjalda fyri at vera giftur inn í familjuna, sigur pápin, Thomas Markle.

 

Uppgávurnar hjá Meghan hava verið rættiliga nógvar, síðan brúdleypið í mai, og tað eru serfrøðingar í kropsmáli, sum hava sagt, at hon hevur sæð eitt sindur nervøs út til ymisku tiltøkini, sum hon hevur verið partur av.

 

Okkurt bendir á, at Thomas Markle hevur minst líka so trupult at venja seg við ymisku tingini, sum dóttirin sjálv hevur. Pápin hevur nevniliga trupult við at skilja, hví dóttir hansara, sum áður gekk í kovboybuksum og t-shirts ella í stuttum kjólum, nú skal ganga í síðum kjólum.

 

- Meghan líkist onkrum úr gomlum filmi. Vit eru í 2018, og hví skal hon so ganga klødd, soleiðis sum tey gingu í 1930-unum, og hví skulu knøini goymast, spyr pápin, Thomas Markle, sambært The Sun.