Eg skal í Finaluna

X FACTOR Sveinur er ógvuliga avgjørdur. Hann skal í finaluna. Tí eru arbeiðsdagar hansara ofta longri enn 12 tímar. – Hetta er strævið, men strævið upp á tann góða mátan, sigur Sveinur

Rólant Waag Dam

Dagarnar eru langir hjá 31 ára gamla Sveini Gaard Ol­sen. Tíðin og tímarnir fara allir við fyrireikingum til X Factor. Studio, sangvenjing, kor­­­e­­ografi, royna klæðir og so fram­­vegis. Sveinur tekur alt í stór­um álvara, tí hann æt­lar sær í finaluna.
– Hetta er mega gott. Su­p­er. Tað er eisini strævið, men stræv­ið upp á tann góða mát­an, si­g­ur Svein­ur, tá vit fáa orðið á hann í ein­um lítl­um steðgi frá øll­um fyr­i­reik­ing­u­num und­an sjón­varps­kapp­ing­ini í kvøld.

Betri sangari nú
Sveinur hevur verið nógv róst­ur fyri sínar framførslur. Lene Nystrøm úr bólkinum Aqua og Tim Christensen, sum spælir á G! í summar, telj­ast millum mongu fjepp­ar­a­rnar hjá Sveini. Men tveir av dómarunum í X Fac­t­or, Pernille Rosendahl og Thom­as Blachman, hava bæði víst á, at Sveinur ikki er nóg sterk­ur, tá tað kemur til lágu tón­arnar.
– Mín styrki er heilt víst at syngja høgt. Tí hava vit arbeitt nógv við lága part­i­num. Serliga undan seinasta fríggj­a­kvøldi, tá vit sungu See­bach-sangir. Hetta gev­­ur eisini úrslit og eg haldi, at eg kom væl frá hesum tá, met­ir Svein­ur, sum fram­vegis hev­ur ein sang­venjara knýttan at sær og ven­ur miðvíst við rødd­ini.
– Eg eri ein betri sangari nú, enn tá X Factor byrjaði. Tað haldi eg heilt víst, sigur Svein­ur avgjørdur. Sveinur er ikki einsamallur um at halda hetta. Í øllum førum hev­ur hann fleiri Facebook-fjepp­ar­ar enn nakar av hin­um lut­tak­ar­u­num í X Factor. Fjepp­ar­a­skar­in á Facebook tátt­ar í 10.000 og hetta fegn­ast Svein­ur sjálvsagt um.
– Tað er feitt og er møgu­liga eitt prógv upp á, at eg havi verið nokk so støðugur í mín­um fram­førsl­um. Onk­ur av hin­­um lut­tak­ar­u­num høvdu nakrar fantastiskar fram­førsl­ur at byrja við, fingu nógv­ar fjepp­ar­ar men steðg­aðu kanska upp, meðan støð­ið hjá mær hevur verið meiri javnt, sigur Sveinur.

Skal í finaluna
Sveinur dylir ikki yvir, at hansara mál nú er at koma í fin­alu­na.
– Tað hevur stóran týdn­ing fyri meg. Mítt mál var upp­runa­liga at koma til live-showini. Tað eydn­að­ist. Nú hugsi eg ikki um hvat hendir, um eg ikki komi í finaluna. Tað er at brúka orkuna ó­neyð­ugt. Málið er at koma í fin­­al­una og tað er tað, eg foku­seri uppá, ger Sveinur greitt.

rolant@sosialurin.fo