- Eg ætli ikki at leggja frá mær

Høgni Hoydal hevur svarað Birni Kalsø

Ja, tíverri havi eg nú staðfest, at veiðiloyvi eru flutt av línuskipum á uppsjóvarskip í trimum førum, eftir at eg gjørdist landsstýrismaður.

Tað er hent 30. juni 2016, tá ið eitt veiðiloyvi er flutt í sambandi við fiskiskap í grønlendskum sjógvi.

Og tað er hent 22. mai 2017, har tvey veiðiloyvi frá línuskipum eru flutt á uppsjóvarskip.

Tá ið eg 23. mai 2017 gjørdist varugur við, at hetta var hent, vórðu beinanvegin stig tikin til at kanna og lýsa málið. Og síðani vórðu stig tikin til at rætta málið.

Eg havi ikki ætlanir um at leggja frá mær og rýma frá at standa til svars í hesum máli.

 

Tað sigur Høgni Hoydal millum annað í svari til Bjørn Kalsø, uppá ein §52 spurning. Í stuttum hevði Bjørn Kalsø spurt Høgna Hoydal hvussu álvarsamt hann metti brotið á reglurnar at verða og um landsstýrismaðurin ætlaði at taka avleiðingar av brotinum.

 

Høgni Hoydal sigur seg skilja ákoyringarnar, men hann sigur samstundis, at tað er munur á hesi støðuni og hennið, ið var í 2012. Høgni Hoydal sigur, at í 2012 sat ein politiskur bólkur og býtti makrelkvotu Føroya, millum annað til línuskip. Tað vil sigur, tað var eitt tilvitað val, meðan í hesum førinum er ein feilur hendur, sum átøk eru framd fyri at rætta.

 

Høgni Hoydal sigur í svarinum, at hann vil hava allar tættir í málinum lýstar til fulnar, so greiða kann fáast á hvat er farið fram og hvussu tað kann fyribyrgjast í framtíðini.

 

- Hetta havi eg eisini valt at tikið mær neyðugar stundir til, hóast tað sjálvsagt elvir til, at ymsir lutir í málinum verða viðgjørdir alment, og stórir ivaspurningar verða reistir, sigur Høgni Hoydal.