Sum ung gekk hon á gentuskúla, har hon lærdi alt frá at brodera og binda, til bókhald og at skriva á maskinu. Var hon heppin, fekk hon kanska uppfylt hægsta dreymin, ein íslendsk genta kundi ynskja sær tá í 60unum: at gerast sekriterur hjá onkrum stjóra. Ella uppaftur betri - at giftast við honum.
Men Helga Hjørvar giftist ikki við stjóranum. Eftir eina tíð sum skrivstovukvinna, tók hon útbúgving sum sjónleikari, og tað vardi ikki leingi, fyrr enn hon sjálv sat í ymsum stjórasessum í sjónleikaraheiminum í Reykjavík. Og við enn fleiri stjórastørvum í norðurlendska mentanarlívinum í viðførinum, gjørdist Helga Hjørvar stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum fyri skjótt seks árum síðani.
Vit hava hitt Helgu til eitt prát um Norðurlandahúsið, list, føroyska mentan og um, hvussu hendan sær út í íslendskum eygum.
Norðurlandahúsið í brennideplinum
Í næstu viku byrjar Listastevnan, og Norðurlandahúsið skal enn einaferð prógva sína serstøðu sum mentanarligur miðdepil í Føroyum. Síðsta ár kom húsið eisini í brennidepilin av somu orsøk, serliga tí onkur vildi vera við, at atgongumerkini vóru vorðin so dýr, at vanlig fólk ikki høvdu ráð at fara til tiltøkini.
Helga Hjørvar fylgdi kjakinum við stórum áhuga, og hon heldur framvegis, at føroyska kjakið um pengar og list er bæði áhugavert og neyðugt. Hon var sjálv virkin í íslendska mentanarkjakinum í 70unum, tá mentanarlívið har gjørdist alsamt meir yrkiskent, og pengar tískil gjørdust ein týðandi partur av kjakinum.
? Føroyskt mentanarlív stendur mitt í eini tillaðingartíð har list og mentan ikki longur bert er nakað fólk fáast við í frítíðini. Alsamt fleiri listafólk hava listina sum yrki, og tað skulu tey sjálvandi hava løn fyri, eins og øll onnur. Samfelagið hjá okkum er nú einaferð soleiðis innrættað, at pengar er ein av mátunum vit brúka fyri at vísa, hvussu nógv ella lítið vit virðismeta eitthvørt. Hetta kjakið er sjálvandi meir fjøltáttað, enn sum so, men eg haldi tað vera sunt, at fólk mugu venja seg við tankan um, at list, eins og alt annað, kostar pengar, sigur Helga.
Hon minnir samstundis á, at tá Norðurlandahúsið velur at bjóða áhoyrarnum á eina konsert við eitt nú heimskendu operastjørnuni Kiri Te Kawana, so er tað eisini út frá eini virðing fyri krøvunum og ynskjunum hjá føroyingum um listarliga góðsku.
? Vit velja jú øll allatíðina, tað veri seg tá vit keypa bil, vaskimaskinu ella dagsins blað. Norðurlandahúsið kann ikki broyta fíggjarligu umstøðurnar hjá fólki og skal ikki siga teimum, hvat tey skulu velja. Men vit kunnu geva teimum møguleikan at uppliva nakað her heima, sum tey annars høvdu verðið noydd at goldið ein dýran ferðaseðil fyri at sæð. Og júst hetta, at bjóða fólki upplivingar út yvir tað vanliga, er ein týdningarmikil men samstundis ofta ein dýrur partur av virkseminum, eitt slíkt hús skal røkja, minnir Helga á.
Uttan list, onki samfelag
Helga vísir á, at tað ikki ber til at kjakast um prísin á atgongumerkjum uttan eisini at taka bæði áskoðarar, vinnulív og politikk inn í myndina. Og Helga Hjørvar verður ongantíð tann, sum fer at bera í bøtuflaka fyri politiska líkasælu við at útvega mentanini, tann pening, ið tørvur er á.
? Politikarnir og í hesum føri mentamálaráðharrin hevur vald til at gera nakað ítøkiligt fyri at skapa mentanini so góðar karmar, sum til ber. Og tað er hansara ábyrgd at gera tað. Hinvegin er tað ikki meiningin, at hann skal standa og stríðast einsamallur fyri mentanini. Vit mugu øll vísa, at okkara samfelag hevur brúk fyri list, við at fara til tiltøkini, helst eisini við vinnulívinum í rygginum.
Fyri Helgu snýr hetta seg ikki bert um at fáa møguleika til at fara til einstøk mentanarlig tiltøk. Hetta snýr seg um onki minni enn okkara lív og okkara framtíð, tí Helga meinar tað, tá hon sigur, at uttan listina verður samfelagnum als ikki lív lagað.
? Royndir hava verið gjørdar, men søgan hevur jú víst okkum, at tað ber ikki til at halda listini niðri. Og vit ásanna eisini ferð eftir ferð, at hvørki pengar ella materiell virði gera okkum eydnuríkari. Listin fær okkum at vaksa sum menniskju, tí hon lærir okkum at hýsa øðrum hugsunarhættum enn bara okkara egnu. Hetta er ikki bara mennandi fyri tað einstaka menniskja, men ger tað eisini liviligari hjá okkum øllum, tí vit verða meir tollynt mótvegis teimum, sum eru øðrvísi, enn vit sjálvi, sigur Helga.
Øll hava skil fyri list
Helga er sannførd um, at listin er til fyri øll menniskju, og at tað ikki er neyðugt at hava skil fyri listini fyri at kunna virðismeta hana. Tí heldur hon tað eisini vera lítið høpi í at tosa um úrvalslist mótvegis fólksligari list.
? Eg havi ikki skil fyri bilum, men mær dámar avbera væl at koyra biltúrar, tí teir kunnu vera ein deilig uppliving. Eg ivist ikki í, at ein, ið hevur skil fyri tí tøkniliga í einum bilmotori, fær eina aðra uppliving, men tað merkir ikki tað sama sum, at tað er ein betri uppliving. Hon er bara øðrvísi. Soleiðis er tað við øllum. Eisini við tí listarligu upplivingini. Listin hevur tíbetur ongi endalig úrslit, tí hon livnar av nýggjum í hvørji einastu nýggjari uppliving og tulking, eisini langt aftaná at vit eru farin her frá, hugleiðir Helga
Við hesum í huga minnir Helga eisini á, at vit kunnu ikki loyva okkum at vera so fáfongd, at vit halda okkum sjálvi vera einastu røttu góðskumetarnir av listarligum virði. Vit kenna hópin av dømum um listafólk, sum ongantíð vórðu virðismett av síni samtíð, men sum fingu ovurhonds stóran týdning fyri seinni ættarlið. Og Helga heldur ikki, vit hava nakra orsøk til at halda, at okkara tíð er nakað undantak í so máta.
? Tí hava vit heldur ikki ráð til at kveistra ta eksperimenterandi listina til viks, hóast hon fyri nógv tykist bæði løgin og fremmand. Eisini hon, er ein partur av mentanararvinum, sjálvt um hennara tíð kanska ikki kemur fyrr enn um eini 50 ella 100 ár, tá fólk duga at virðismeta hana. Tí er tað í grundini ikki ein spurningur, um vit vilja ella tíma at lata ta eksperimenterandi listina slepp framat. Tað er okkara skylda, og her liggur eisini ein av týdningarmiklu uppgávunum hjá Norðurlandahúsinum, sigur Helga.
Vit eru ikki tey fyrstu ...
Við jøvnum millumbilum eru røddir frammi um, at føroysk list alt ov ofta tøvir í tí sama, og í berum nostalgi ella hugflogsloysi ikki megnar at koma úr stað. Og fyri stuttum vildi onkur vera við, at tjóðskaparliga yvirvágin í føroyskari mentan er vorðin so sterk, at talan nærum er um eina tjóðskaparliga mentanarelitu, har aðrar røddir hava ilt við at verða hoyrdar. Helga undrast ikki sørt yvir hesi sjónarmið, tí upp á fleiri mátar heldur hon føroyska mentan og list bera boð um tað beint øvuta.
? Vit íslendingar hava ofta havt eina ógvuliga romantiska mynd av Føroyum og føroyskari mentan. Tit hava kvæðini, tit hava hasi vøkru, gomlu húsini, føroyska tjóðbúnan og í Føroyum ganga gamlir menn í føroyskari húgvu o.s.fr. Tí kom tað mest sum eitt sjokk, tá vit hoyrdu Týr við Orminum Langa fyrstu ferð. Frá eini løtu til aðra gekk tað upp fyri okkum, at føroysk mentan eisini var harður modernaður rockur á sera høgum støðui í eini útgávu, sum samstundis dugdi at brúka okkara gomlu ímynd til nakað heilt nýtt. Sjálv gloymi eg ongantíð ta løtuna, eg á eini Prix Føroyar konsert stóð á balkongini og hugdi niður yvir salin, tá øll hesi ungu fólkini, dreingir við ringum í nøsini og gentir í nalvablusum knappliga slógu ring og fóru at kvøða til tónleikin frá pallinum. Ein slíka samanrenning millum gamalt og nýtt havi eg ikki upplivað nakra aðrastaðni, og eg haldi meg kunna siga at hon í stóran mun er vorðin eitt eyðkenni fyri nógva føroyska list, sigur Helga.
Men Helga sær hetta hvørki sum romantiska nostalgi ella tjóðskaparliga sjálvsdyrkan. Í hennara eygum ber tað heldur boð um eina mentan, sum røkkur langt út um seg sjálvan og tað tjóðskaparliga við tað, at hon viðurkennir sær sína fortíð og hevur yvirskot til at brúka hana til at skapa nakað nýtt og serstakt at byggja víðari á.
? Tað er lætt at ganga og bera seg at, sum vóru vit tey fyrstu og einastu menniskjuni her á jørðini. Og í stóran mun hevur hetta verið eitt eyðkenni fyri nógva modernaða list alt ov leingi, sum samstundis oftast hevur verið tengd at eini avmarkandi, nútíðarligari miðstaðarmentan. Hitt, at seta seg sjálvan í eitt størri søguligt høpi, krevur dirvið og áræði og flytur fokus frá okkum sjálvum. Og eg ivist ikki, í at júst hetta er ein av orsøkunum til, at føroysk list, kanska serliga tónleikurin, hevur vakt so stóran ans aðrastaðni seinastu árini. Hetta er sjálvandi avbjóðandi fyri føroyingar, men eisini fyri øll onnur, tí tað ber boð um eitt listarligt rák, sum leitar eftir lívsvirðum í tí alment menniskjaliga í ikki í einum avmarkandi tíðaranda ella miðstaðarøki, sigur Helga.
Seks spennandi ár
Helga Hjørvar hevur búð í Føroyum í næstan seks ár nú. Og hon heldur hetta hava verið seks óvanliga spennandi ár, ikki minst tí hon hevur havt høvi til at uppliva føroyska tjóðskaparkjakið, meðan harðast hevur leikað á.
? Tað er ikki mín fatan, at føroyingar vanliga eru serliga skjótir at siga sína hugsan alment. Men spurningurin um, hvat tað vil siga at vera føroyingur, og um hvat er føroyskt ella ikki, hevur veruliga fingið fólk upp úr stólinum. Her hava allar røddir verið hoyrdar, tí øll sjónarmiðini hava líka nógv gildi, og stóri áhugin fyri kjakinum prógvar bara, hvussu stóran týdning hesir spurningar hava fyri hvønn einstakan føroying. Og eg eri eisini sannførd um, at hetta kjakið hevur verið bæði kveikjandi og mennandi fyri føroysku tjóðina sum heild, uttan mun til, hvat fer at henda á politiska økinum.
Næsta ár fer Helga úr starvinum sum stjóri í Norðurlandahúsinum. Eftir hennara tykki eru seks ár júst hóskandi til eitt slíkt starv.
? Tá hevur tú havt møguleika veruliga at seta teg inn í øll viðurskifti í og rundanum húsið, umframt at fullføra onkra av teimum ætlanum, tú hevði, tá tú byrjaði. Eftir tað, er vandin fyri at starvið verður ein vani ov stórur, so tá er tíð at fara og lata nýggjar kreftir, fullar av nýggjum hugskotum sleppa framat, sigur Helga Hjørvar at enda.
Men í løtuni gleðir Helga seg fyrst og fremst til Listastevnuna. Ongin ivi er um, at hon er árliga hæddarpunktið í Norðurlandahúsinum, og fyri Helgu sjálva er stevnan eisini tað nærmasta, hon kann koma sínum egna dreymi um, hvussu eitt Norðurlandahús skal virka, tá tað er best.