Tróndur Arge
Soleiðis sigur Sorin Anghel sum fleiri ferðir hevur boðað frá, at hann fegin vil umboða føroyska landsliðið, um hann fær møguleikan. Eftir 9 ár hevur hann fingið permanent visum, men framvegis er einki pass í nándini.
Strævin dystur
Tú skal hava búð í Føroyum í sjey ár, áðrenn tú kanst søkja um danskan ríkisborgararætt.. Tað gingu heili tvey ár, áðrenn pappírini um permanent visum komu uppá pláss, og tað var ikki uttan stríð.
- Eg havi strídst við at fáa ríkisborgararætt í fleiri ár og tað er strævið at hava við at gera einsamallur. Nú veit eg ikki hvat eg skal gera fyri at koma víðari. Eg havi spurt meg fyri, men ongin veit akkurát hvat eg skal gera nú, sigur ein ráðaleysur Sorin Anghel.
Vil fegin hjálpa
Sorin Anghel hevur búð í Føroyum í skjótt 10 ár. Hann spældi sín dyst nummar 250 fyri EB/Streym, tá hann gjørdist “match-vinnari” í steypafinaluni í Klaksvík fyrr í mánaðinum.
- Eg vil fegin hjápla føroyska landsliðnum um teir kunnu brúka meg. Ringir Brian Kerr til mín og sigur, at hann hevur brúk fyri mær, so sigi eg sjálvandi ja. Tað hevði verið ein dreymur. Men nú skilji eg einki, tí eg veit ikki hvat eg skal gera fyri at kunna umboða føroyska landsliðið, sigur ein nærmanst uppgevandi Sorin Anghel.
Sorin Anghel er í dag 31-ára gamal, so tað einki at siga til, at hann vil hava tingini uppá pláss skjótast gjørligt, 31 ár er ongin ungur fótbóltsaldur.
trondur@sosialurin.fo