Í dag verður listin yvir mest seldu fløgurnar í Danmark kunngjørdur. Okkara Guðrun Sólja Jacobsen við fløguni, Quiet Storm, verður eftir øllum at døma á øðrum plássi. Á danska almenna sølulistanum hevur hon selt um 14.000 eintøk, og tað eru nøkur eintøk færri, enn danski rokk-bólkurin, Big Fat Snake, sum væntandi liggur á ovastu rók.
Úrslitið í Føroyum er heldur ikki at forsmáða, tí vinnarin av Stjerne for en Aften-kappingini hevur selt góð 1000 eintøk, og í løtuni liggur eitt av løgum hennara nummar tvey á Fimtan teimum bestu, sum er tað nærmasta, vit koma einum almennum tónleikalista í Føroyum.
Tvøroyargentan hevur úr at gera í løtuni við at promera fløguna hjá sær, men kortini hava hon og manager hennara á Universal Music, Henrik Sørensen, sett tíð av at koma til Føroya at gera prát við føroyskar fjølmiðlar.
Ein misskiljing hevur við sær, at blaðmaðurin og myndamaðurin verða nakað seinir, men tað tykist ikki at nerva Guðruna, og tá vit langt um leingi sessast á loftinum á Cafe Natúr, møta vit einari gentu, ið er ótrúliga rólig, opin, blíð og dámlig. Vit seta okkum væl til rættis við hvør sínari stórari Classic frá Føroya Bjór, meðan managerarin sessast longri afturi í rúminum við sínum hvítvíni.
Havt ávirkan á fløguna
Fyrsta fløgan hjá Guðruni Jacobsen er av mongum skýrd at verða ein rættilig mainstream popp-fløga. Sjálv er Guðrun sera fegin um úrslitið, men hon hevur ongar ætlanir um at binda seg til bara at syngja pop í framtíðini.
? Hjá mær er tað ikki avgerandi, hvør tónleikastílur, talan er um, men heldur eru tað løgini, ið skulu fanga meg. Ikki fyri so langari tíð síðan byrjaði eg til dømis at syngja jazz, sum eg ikki fyrr kundi fordraga, men eg lærdi meg at dáma tað, og nú leingist eg rættiliga at syngja jazz aftur, greiðir Guðrun frá.
Spurd, um hon ætlar at geva fløgur út við øðrum tónleikastíli, enn poppi,
svarar tvøroyargentan, at tað kundi hon væl hugsað sær. Hon hevur hug til at royna nógvar ymiskar tónleikagreinar, og sambært Guðrun, so bindur sáttmálin við Universal Music hana ikki til bara at gera popptónleik.
Á fløguni, Quiet Storm, hevur Guðrun Jacobsen bert skrivað og gjørt lag til eina skering, men kortini vísir honum aftur, at hon als onga ávirkan hevur havt á endaliga úrslitið á fløguni.
- Í seinasta enda havi eg havt alt at siga, tí eg skuldi góðtaka tað, sum varð skrivað, og dámdi mær ikki lag ella tekst, so skuldi tað broytast. Tónleikurin er gjørdur við mær í huganum, og hann skuldi passa til mín, sigur føroyski sangfuglurin.
Á fløguni hava donsku tónleikaúrmælingarnir Chief 1, Joakim Pedersen og Jesper Winge Leisner, og høvuðsmaðurin í Michael Learns To Rock, Jascha Ricther, skriva løgini og meginpartin av tekstinum.
Tað hevur gingið eitt sindur striltið við at fáa danska útvarpsstøðir at spæla fløguna hjá Guðruni. Hon sigur frá, at ikki fyrr enn nú, er útvarpsstøðirnar í Danmark at spæla Promise Me.
Næsta fløgan hjá Guðrun Jacobsen verður eftir ætlan ein blandað fløga við cover løgum og egnum løgum. Guðrun ásannar, at tað helt er lættari at fanga fólk við gomlum løgum enn nýggjum, og tískil fer hon eisini at royna tað. Hon tekur tað heldur ikki ov nær, um nøkur fólk fáa ilt í reyvuna av, at hon fer at geva eina fløgu við nøkrum cover løgum á.
Ringa ummælið ávirkar ikki
Fløgan hjá Guðruni fekk av grovfílini av einum ummælara í Berlingske Tidende. Hann gav fløguni eitt ómetaliga vánaligt skoðsmál, og Quiet Storm fekk bert eina stjørnu av seks møguligum. Ummælarin fór so langt, at hann helt ikki, at fløgan hevði uppiborið at vera í sølubúðunum.
Høvuðspersónurin sjálvur tekur tó ikki vánaliga skoðsmálið serliga nær. - Tað hava verið tvey ummæli, eitt negativt og eitt rímuliga neutralt, og eg má siga at tað nervar meg ikki, tí eg elski at syngja, og tað er framvegis tað týdningarmesta hjá mær, fortelur Guðrun.
Spurd um plátufelagið, Universal Music, hevur ráðført hana, um hvussu hon skal fyrihalda seg til slíkan kritik, svarar hon, at fólk eru sera hjálpsom, og góð at heita á, men enn hevur hon ongar trupulleikar havt. Guðrun vísir á, at øll hava rætt til at hava sína hugsan um fløguna, og ringu skoðsmálini má ein bara taka við.
Ikki nøkur døgnfluga
Vinnarar av kappingum sum Popstars, Stjerne for en Aften, Rock Idoler, hava víst seg at gjørt eitt lítið sprell við einari fløgu, og so hoyrir ein lítið og einki til teirra aftur. Bæði Eye Q og James Sampson, sum á sinni vunnu ávikavist Popstars og Stjerne for en Aften, vóru eitt tíðarskeið nógv frammi í Danmark, men so fánaðu tey burtur.
Spurd um hon ber ótta fyri at fáa somu lagnu sum ein døgnfluga, svarar Guðrun, at tað væntar hon ikki. Hon ásannar, at tað skal nógv arbeiði til at fáa endaliga gjøgnumbrotið, og hon vónar sjálvsagt, at tað fer at eydnast henni, men tað kemur tíðin bert at vísa.
Hon fær dyggan stuðul frá Sanne Salmonsen, sum er ófør at heita á, og vit føroyingar vóna sjálvsagt, at stóri dreymur hennara um eitt altjóða gjøgnumbrot gert veruleiki.
Slottkonserturnar ótrúligar
Síðan Guðrun fekk studentsprógvi seinast í juni mánaði, hevur hon havt úr at gera. Hon ferðast kring alt Danmark, har fløgan skal promoverast. Í summar hevur Guðrun sungið á eitt ótal av festivalum og konsertum.
Størsta upplivingin hevur kortini verið at sungið á sokallaðum slottkonsertum. Hon hevur sungið saman við so stórum nøvnum sum Sanne Salmonsen, Stig Rossen og Finn Nørbygaard.
? Eg havi tvær ferðir sungið á slottum og tað hevur verið ein fantastisk kensla. Tað hava verið eini 11.000 áskoðarar hvørja ferð, og umhvørvið er heilt øðrvísi, enn eg eri von við. Pallurin líkist einum dukkuteatri, og fólk koma við picnic-kurvum at hygga sær og lurta at tónleiki, so tað er ótrúliga hugnaligt, greiðir Guðrun frá.
Longu í dag skal hon aftur syngja á einum sokallaðari slottkonsert í Århus,
og hon gleðir seg sum vera man. Tá resið við allari fløgu promotionini leggur seg nakað, fer Guðrun suðureftir at slappa av. Hon og vinfólk fara á Kreta, har hon fær høvið til at takast við- og hugsa um annað, enn tónleik.
Gospeltónleikur vakur
Áðrenn Guðrun flutti til Danmarkar, var hon føst fús at syngja við gospel-kórinum á Tvøroyri. Gospel tónleikur verður ofta knýttur at gudligum umhvørvið, men føroyski sangfuglurin er ikki knýtt at nakrari samkomu.
? Tað eru nógv ymisk fólk í kórinum, bæði úr fleiri samkomum, og fólk, ið ikki hava tilknýtið til samkomur, og eg eri ein av teimum, ið ikki havi tilknýti til nakra samkomu, fortelur Guðrun.
Hon heldur, at gospeltónleikur er ótrúliga befríðandi, og løgini eru ómetaliga
vøkur, og tískil dámar henni eisini væl at syngja gospel. Guðrun skal eftir ætlan hava gospelkonsert í næstum í Danmark. Gospelkórið í Tvøroyri kemur eisini til Danmarkar á vitjan, og har er ætlanin at halda konsert í Nyborg, og Guðrum ætlar sær avgjørt at vera við á konsertini.
Framvegis tann sama
Flestu føroyingar vórðu rættiliga bergtiknir av, hvussu unga tvøroyargentan megnaði at hava bæði beinini á jørðini eftir sigurin í Stjerne for en aften-kappingini. Nógv ljós hevur verið varpað á hana í bæði donskum og ikki minst í føroyskum fjølmiðlum, og lív hennara er fullkomiliga broytt, síðan sigurin í donsku tónleikarkappingini.
Guðrun heldur kortini ikki, at resið hevur ávirkað hana stórvegis.
-Eg eri framvegis tann sama, men kanska heldur eru tað fólkini rundan um meg, sum eru broytt. Eg havi fingið hægri sjálvsálit eftir sigurin í Stjerne for en aften og nú fløguútgávuna, men annars haldi ikki nógv er broytt um mín persón, fortelur evnaríka songkvinnan.
Hon sigur seg elska hvørt sekund av øllum resinum, og í løtuni er alt ótrúliga spennandi og hugvekjandi. Kortini er tað av og á strævið, at altíð at verða tann smílandi og fyrikomandi, men hon leggur afturat, at tað sanniliga eisini er stuttligt og spennandi.
Ikki nógv býarlív
Gerandisdagurin hjá Guðruni snýr seg í høvuðsheitum bert um tónleik. Flestu konserturnar eru vikuskiftið, so føroyski sangfuglurin hevur tí torført við at samansjóða eitt møguligt býarlív við lívinum sum tónleikastjørna. Hon hevði annars hugsað sær at gjørt sær meira við danska býarlívinum, og hon tekur sær av hvørjum møguleika hon fær.
Nógva vinfólki í Suðuroynni roynir hon sum frægast at halda samband við. Fleiri av fyrrverandi floksfeløgum Guðrunar flyta eftir summarfríðtíðina niður til Danmarkar at búgva, og tá fær tvøroyargentan møguleika at síggja meira til vinfólkini úr Suðuroy.
Stutt eftir Stjerne for en aften sigurin, varð Guðrun spurd í SVF, um hvussu hon fór at megna at ganga í býnum, nú allir dreingirnar fóru at flokkast um hana, og hon svaraði opinhjartað, "at nú kunnu teir hava ein lort"! Eftir øllum at døma kunnu teir framvegis hava ein lort, tí Guðrun er framvegis leys á marknaðinum, ella sum hon sjálv málber seg, so er einki broytt á tí økinum.
Mynd: Guðrun
Hóast lív hennara varð endavent frá degi til dags, so heldur Guðrun ikki, at alt resið hevur ávirkað hana stórvegis. -Eg eri framvegis tann sama, men kanska heldur eru tað fólkini rundan um meg, sum eru broytt. Eg havi fingið hægri sjálvsálit eftir sigurin í Stjerne for en aften og nú fløguútgávuna, men annars haldi ikki nógv er broytt um mín persón, fortelur evnaríka songkvinnan, Guðrun Sólja Jacobsen
Mynd: Álvur Haraldsen