- Eg vil sleppa at tæna

Tað sigur Jan Restorff, leiðarin fyri Michelin matstovuna Søllerød Kro

- Mær dámdi væl at fáa rós, tá eg var yngri, meðan eg í dag dámi betri, at tey dugnaligu fólkini, ið eg arbeiði saman við, verða róst. Sjálvur dámar mær best leiklutin sum tann, ið gongur runt og tænir øðrum. Tann sum syrgir fyri, at alt er sum tað skal vera og øll hava tað, ið teimum tørva. Eg vil sleppa at tæna.


Tað sigur føroyingurin Jan Restorff, ið er leiðari, høvuðstænari og víntænari í donsku matstovuni Søllerød Kro, ið seinastu ellivu árini hevur havt eina Michelin stjørnu, og hevur vunnið eitt ótal av virðislønum fyri virksemi í Søllerød Kro. Harímillum kann nevnast IKON-virðislønin, ið verður handað persónum, ið hava latið eitt serligt íkast til danskan gastronomi, ið hann fekk handað í 2010. Harumframt er hann einasti persónurin, ið hevur fingið handað IKON-virðislønina, ið ikki er kokkur.


Í Vikuskiftis-Sosialin ber til at lesa eina longri samrøðu við Jan Restorff um yrkisleiðina, ið førdi ein ungan havnardrong, ið ikki dugdi at tendra eina vaskimaskinu, til at gerast eitt ikon í donsku matstovuvinnuni. Vikuskiftis-Sosialurin fæst í sølubúðum kring alt landið.