- Eg vildi bæði spýggja og gráta

Tað sigur 26 ára gamli, Petur Johansen í Leynum, sum í kvøld var so heppin at vinna 2,2 miljónir krónur í Gekkaspælinum.

- Eg vildi bæði spýggja, gráta og hvørt um annað, tá tað gjørdist mær greitt, at hjólið steðgaði á tí gula leypinum, har eg hevði koyrt tær 2,2 miljónir krónurnar í.

 

Tað sigur 26 ára gamli, Petur Johansen í Leynum, sum í kvøld var so heppin at sleppa ígjøgnum í Gekkaspælinum og í aðru roydini at snara hjólinum vann tær 2,2 miljónir krónurnar.

 

Hann sigur, at tað tók nøkur sekundi, áðrenn tað veruliga gekk upp fyri honum, at hjólið veruliga var steðgað á gula leypinum.

 

- Eg helt, at hjólið varð steðgað á einum øðrum leypi, men so byrjaðu tey at rópa í stovuni. Hetta tóktist so púrasta óveruligt.

 

Petur Johansen sigur, at peningurin kemur sera væl við, og hann er ógvuliga glaður og eydnuríkur fyri sítt hepni í kvøld.

 

- Eg havi lisið til skipsførara, men havi eina lærugrein, sum liggur eftir. Eg havi valt at útseta hesa lærugrein í eina tíð og at arbeiða, áðrenn eg fari í holt við at gera meg lidnan.

 

Ungi leyningurin, sum eisini er hálvur vestmenningur, eigur eitt grundstykki í Leynum, og tí kemur vinningurin í kvøld ógvuliga væl við. 

 

- Eg havi siglt við línuskipi undir Føroyum, og í Grønlandi havi eg verið bæði við trolara og línuskipi. Tað er so eisini orsøkin til, at eg fór á skipsføraraskúla, sigur Petur Johansen, sum er forlovaður við Sóley Poulsen úr Kollafirði, sum er kend úr flogbólti.

 

Petur Johansen sigur, at øll eru ógvuliga glað, og tað er hann so sanniliga eisini.  

 

- Eg kann við vissu siga, at stóri vinningurin kemur ógvuliga væl við, og hann verður ikki brúktur til fjant og fjas. Eg eri slett ikki komin niður á jørðina aftur enn, sigur ungi og ovurfegni leyningurin.