Ein aftrat flytur úr HB og til Klaksvíkar

Framrættaði Mads Bo Mikkelsen, sum tvey tey síðstu árini hevur umboðað HB, fer nú at spæla við KÍ

Mads Bo Mikkelsen, sum síðani á sumri í 2020 hevur umboðað HB, fer nú at spæla í bláu KÍ troyggjuni. Mynd: HB

Fyri stuttum varð tað váttað, sum leingi hevði ljóðað. René Shaki Joensen, sum seinastu árini hevur spælt við HB, fer nú at spæla við KÍ.

 

Og í kvøld eru tíðindini, at ein spælari aftrat flytur úr HB og til Klaksvíkar.

 

Heimasíðan hjá KÍ skrivar soleiðis í kvøld:

 

22 ára gamli Mads Boe Mikkelsen er ein sera evnaríkur leikari, sum hevur umboðað Danmark á U17 landsliðnum og hevur umboðað Føroyar á U-21 landsliðnum.

 

Harumframt hevur hann spælt fýra Superligudystir við Vendsyssel, eins og hann eisini hevur spælt í donsku 1. deild. Mads var partur av AGF, har hann spældi sum ungdómsleikari, áðrenn hann skifti til Vendsyssel.

 

Mads, sum hevur føroyska mammu, flutti til HB á sumri 2020 fram til kappingarenda í 2021.

 

Sum leikari er Mads tekniskur, driblisterkur og ómetaliga skjótur. Hann dugir sera væl at seta viðleikarar í góðar støður og er sera vandamikil ein móti einum í álopsstøðu.

 

Mads er vongur sum kann spæla í báðum síðum. Hann hevur eisini royndir sum bakkur og sum álopskendur miðvallari.

 

Mads hevur havt tilboð úr m.a. Danmark, men hevur valt KÍ, tí at felagið hevur eitt professionelt umhvørvi, er í stórari menning og hevur høgar ambitiónir.

 

Vit ynskja Mads vælkomnan til Klaksvíkar, siga teir í Klaksvík.

 

Mads Bo Mikkelsen var nógv skaðadarvaður síðsta kappingarár. Sambært faroesoccer.com var hann við í 10 landskappingardystum. Fimm ferðir var hann við frá fyrsta bríksli.

 

Mads Bo Mikkelsen, sum síðani á sumri í 2020 hevur umboðað HB, fer nú at spæla í bláu KÍ troyggjuni. Mynd: HB